Soleiðis gongur við troli og gørnum

Hvørki trolfiskiskapur ella garnafiskiskapur roynist nakað serligt í løtuni. Tó eru onkur góð hál, og nakað fæst av havtasku við gørnum.

 

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, men fiskiskapurin er framvegis einki at reypa av, tó at onkur góð hál eru. 

 

Trý partrolarapør fiska gulllaks, og tað hava tey gjørt síðan í byrjanini av apríl.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at ein djúpvatnstrolari er nýliga byrjaður túr vestan fyri, og ein er sunnan fyri og fiskar djúpvatnsfisk.

 

- Annar trolarin landar helst fyrst í næstu viku, og hin landar helst síðst í vikuni.

 

Tveir trolbátar eru á landleiðini, og ein er norðanfyri.

 

- Teir, sum eru á landleiðini, fáa mest av flatfiski og so nakað av toski og trolbáturin, sum er norðan fyri, fær mest av hýsu, toski og so nakað av flatfiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at allir trolbátarnir koma inn at landa mánadagin.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskiskapurin er vánaligur. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat.