Soleiðis koyrir tú trygt á páskum

Gloym ikki, at tit hava feriu, ljóða eini góð ráð frá Ráðnum Fyri Ferðslutrygd

Nú er páskaferia og hetta er ein hátíð har tað vanliga er nógv ferðsla. Fólk koyra aftur og fram úr feriu, tey vitja vinir og skyldfólk, eru til páskadøgverðar og veitslur.

Men hetta er eisini ein árstíð, har veðrið kann verða skiftandi, serliga tí at veturin hevur ikki heilt slept takinum enn og tað kann framvegis vera vandi fyri hálku.

Tí brúkar Ráðið Fyri Ferðslutrygd hetta høvið til at geva bilførarum nøkur góð ráð um, um vit øll sleppa snikkaleys ígjøgnum páskaferðsluna

 

Fyrstu ráðini eru at geva sær tíð.

- Minst til at tú hevur feriu. Gloym hættisligar yvirhálingar og koyr ikki skjótari enn loyvt er. Tað týdningarmesta er ikki nær tú kemur fram, men at tú kemur fram, og aloftast hava yvirhálingar bara við sær øktan vanda og ikki sparda tíð.

 

Øll í trygdarbelti

Brúka trygdarbeltið rætt. Tryggja tær, at øll í bilinum sita rætt íbundin. Ansa eftir, at børn ikki sita við beltinum undir arminum og at mjadnabeltið ikki liggur um búkin. Far úr tjúkkum jakkum, so at beltið liggur so tætt kroppinum sum til ber, og tátta beltið væl.

 

Koyr edrú/ur

Drekkur tú páskabryggj ella annað rúsdrekka afturvið páskamáltíðini, minst so til at lata bilin standa ella fá onkran, sum ikki hevur smakkað sær á, at koyra. Minst til: Vinir lova ikki vinum at koyra skít!

 

Halt frástøðu

Minst til at halda teg passaliga langt aftanfyri bilin bilin frammanfyri, eisini hóast tú kanska heldur, at hann koyrir ov seint. Varnast tú, at onnur vilja yvirhála teg, koyr eitt sindur til síðis, tí so sleppur tú undan ótolnum bilførarum beint aftanfyri. Harafturat minkar tú vandan fyri vandamiklum yvirhálingum.

 

Trygg dekk

Tryggja tær at bilurin er væl skøddur.

 

Leysir lutir

Pakka tyngsta viðførið niðast aftanfyri. Annars er vandi fyri, at tað verður slongt framyvir og tað kann vera vandamikið fyri ferðafólk í bilinum. Hugsa serliga um hetta, tá ið børn, ella onnur ferðandi, sita á baksetrinum. Leysir lutir eiga ikki at liggja í bilinum, tí eisini smáir og lættir lutir kunnu elva til stóra skaða, verða teir slongdir fram ígjøgnum bilin í samanstoyti.