Sosialurin í dag viðger málið um, at tingfólk ikki hava hækkað sín egna pensjónsaldur, samstundis sum tey hava hækkað pensjónsaldurin hjá øllum øðrum føroyingum

Soleiðis kunnu tingfólk hækka sín egna pensjónsaldur

Umberingarnar hjá politkarunum fyri ikki at hækka egnan pensjónsaldur til pensjónsaldurin hjá øllum øðrum føroyingum eru ofta grunnar

Sosialurin í dag viðger málið um, at tingfólk ikki hava hækkað sín egna pensjónsaldur, samstundis sum tey hava hækkað pensjónsaldurin hjá øllum øðrum føroyingum

Tá tú spyrt politikarar, hví teir ikki skulu hava somu pensjónstreytir sum onnur fólk, so eru umberingarnar ofta sjáldan ítøkiligar. Teir vilja helst ikki tosa um tað og vilja helst, at eingin leggur merki til tað. Og spyrja vit ítøkiliga, hví eitt tingfólk skal sleppa heim við fullari pensjón, tá tey eru 60 ár – við eini pensjón, sum er millum 26.000 krónur og 42.000 krónur um mánðin restina av lívinum, alt eftir, um viðkomandi umframt at hava sitið á tingi eisini hevur verið landsstýrisfólk, fólkatingsfólk, løgtingsformaður ella løgmaður.

 

Eitt svar er, at tað er so ringt at fáa semju millum øll tingfólk um at gera broytingarnar. Eitt annað svar er, at tað so trupult at broyta lógina, sum fullveldislandsstýrið gjørdi um aldarskiftið sum gav politikarum gullrandaðar pensjónir.

 

Men hetta er bara undanførslur.

 

Tá Løgtingið tann 24. august samtykti at broyta lógina um fólkapensjón – sum er galdandi fyri allar føroyingar uttan politikararnar – tá var tað einki problem, at tey ikki vóru samd. 17 tingfólk atkvøddu fyri, 10 atkvøddu ímóti, og 6 vóru ikki í tinginum hendan dagin.

 

Hendan broyting fekk stórar avleiðinga fyri fleiri túsund føroyingar, sum soleiðis fara at missa milliardir tilsamans, tí øll í Føroyum – uttan politikarar, skulu (fyribils) arbeiða eitt ár longri og fara at liva eitt ár styttri sum fólkapensjónistar. Tey missa fólkapensjón, Samhaldsfast og privatu pensjónina. Tað hevur løgtingið samtykt.

 

##med2##

 

Her er eitt uppskot um, hvussu løgtingið kann broyta lógina um pensjónina hjá løgtingsfólkum:

 

---

 

Løgtingspensjónsaldurin er:

 

1) 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957.

 

2) 67 ½ ár fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962.

 

3) 68 ár fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.

 

Stk. 2. Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta verður gjørd útrokning sbrt. stk. 3, um løgtingspensjónsaldurin skal tillagast fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.

 

Stk. 3. Løgtingspensjónsaldurin fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 verður hækkaður, um so er, at miðallívstíðin sambært eini meting frá Hagstovuni fyri tey 65-ára gomlu seinastu 2 árini fer upp um lívstíðina í 2013-2014, ið var 85,5 ár. Lívstíðin verður gjørd upp sum eitt einfalt miðaltal fyri menn og kvinnur. Um lívstíðin er hægri enn 85,5 seinastu 2 árini, ásetur landsstýrisfólkið løgtingspensjónsaldurin samsvarandi lívstíðini fyri tey 65-ára gomlu seinasta árið lagt afturat ein treytaður vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt pensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár.

 

Stk. 4. 2) Løgtingspensjónsaldurin verður tillagaður við í mesta lagi ½ ári í senn. Løgtingspensjónsaldurin verður ásettur í løgtingslóg við virknaði frá 1. januar í álmanakkaárinum 10 ár aftaná árið, tá løgtingspensjónsaldurin varð tillagaður sambært stk. 2.

 

---

 

Ger Løgtingið hesar broytingar – sum eru orðarætt tær broytingar, Løgtingið hevur samtykt fyri allar aðrar føroyingar – so eru løgtingsfólk ikki omanfyri, men javnsett við allar aðrar føroyingar.

 

Alternativið er, at Løgtingið samtykkir, at allir føroyingar hava sama pensjónsaldur sum løgtingsfólk.

 

 

 

Sosialurin í dag viðger málið um, at tingfólk ikki hava hækkað sín egna pensjónsaldur, samstundis sum tey hava hækkað pensjónsaldurin hjá øllum øðrum føroyingum