Soleiðis sær nýggja Angus út

Mánadagin letur Angus Tórshavn upp í nýggjum hami

Mánadagin letur matstovan Angus Tórshavn upp aftur, eftir at matstovan hevur verið stongd vegna umvæling síðani í vár. Angus er gjørt heilt um, og tvey nýggj matstøð eru løgd aftrat sama bygningi.

 

– Føroyingar kunnu veruliga gleða seg til at royna tey nýggju, stásiligu hølini, sum bæði eru blivin størri og ljósari, enn tey vóru frammanundan, sigur Sally Rasmussen, leiðari á matstovuni.

 

Tað sæst aftur, at Angus stendur tætt við havnarlagið, tí hølini eru prýdd við reipum, ið sipa til tað maritima. Hetta verður undirstrikað við listaverkinum hjá Tóroddi Poulsen av bingjuskipinum, sum hongur við tey stóru vindeyguni.

 

– Tað eru lokal listafólk, Tóroddur Poulsen, Tróndur Patursson og Hansina Iversen, ið prýða veggirnar hjá Angus Tórshavn, og vit eru sera errin av, at vera í so fínum selskapi her á havnarlagnum. Soleiðis fáa viðskiftafólkini veruliga okkurt til allar sansir, sigur Sally Rasmussen.

 

##med2##

 

Matskráin í Angus líkist sær sjálvari, men okkurt nýtt er lagt afturat.

 

Hini nýggju matstøðini í økinum – Pylsuvognurin og útvið-staðið Mungo – lata upp seinni.

 

Angus Klaksvík letur í næstum upp í nýggjum og høvuðsumvældum hølum, har Jacqson áður helt til.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##