Soleiðis skulu leivdir frá flettingini burturbeinast

Verður ikki farið rætt fram, dálkar tað ógvuliga illa, sigur IRF

Flettingin stundar nú til – og flettingin er altíð ein ógvuliga avbjóðandi tíð hjá IRF. IRF fær nevniliga heilt nógvar leivdir frá flettingini at brenna – og samstundis er tað ein sannroynd, at leivdir frá fletting dálka øgiliga illa.

 

Tí hevur tað stóran týdning, at fólk fylgja eini leiðbeing um, hvussu leivdir frá fletting skulu beinast burtur.

 

IRF sigur í eini fráboðan, at tey fáa nógvar fullar vembur inn at brenna, og tað elvir til nógv dálkandi útlát frá skorsteininum. Tí er sera týdningarmikið at tøma vemburnar, áðrenn tær verða koyrdar burtur, sigur IRF.

 

Men eitt tað mest dálkandi hjá IRF at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn og tí heita tey heita tey á fólk um at lata seyðaskinn til onkran, sum tekur ímóti teimum. Annars umsitur Búnaðarstovan skipanina um stuðli til seyðaskinn.

 

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig. Fer hitin niður á 850 stig, elvir tað til dálkandi útlát í roykinum, sum fer upp ígjøgnum skorsteinin. Um heystið fær brennistøðin nógvar leivdir frá flettingini, men tær eru ofta vátar og tí kann tað verða ringt at halda ovnin nóg heitan fyri at forða fyri dálkandi útláti.

 

Tí sigur IRF, at fólk skulu bera seg soleiðis at, tá ið tey burturbeina leivdir frá fletting. 

 

– Lat seyðaskinn til onkran, sum tekur ímóti seyðaskinnum.

 

­­– Tøm vemburnar.

 

– Lat blóð, og annað vatn, seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.

 

– Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.