Soleiðis sleppa fólk við lágari løn frá oljurokningini

Uppgávan er at fáa øll við - eisini tey við lægri inntøkum

Ein serlig skipan eigur at verða sett í verk, so at eisini fólk við lágum inntøkum fáa ráð til at leggja um til grøna orku. Tað staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, á landsfundi hjá flokkinum í gjár. Hann vísir á, at beint nú eru familjurnar raktar av mótgongd, tí metringar vísa, at í ár verður tað einar 19.000 krónur dýrari hjá einari familju at liva, enn tað var í fjør.

 

– Javnaðarflokkurin heitir tí á landsstýrið um at gera eina tíðaravmarkaða skipan, har tey við lægstu inntøkunum kunnu fáa peningastuðul, so at tey fáa endarnar at røkka saman, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Hann vísti eisini á, at enn eru tey flestu húsarhaldini bundin at dýru og dálkandi oljuni. Men bæði umhvørvið, og fyri húsarhaldini er er tað best at vit skjótast gjørligt leggja um til bíligar og reinar varandi orkuskipanir.

 

– Uppgávan hjá okkum er at fáa øll við. Eisini tey við lægri inntøkum. Tí er neyðugt at vit gera skipanir, sum eggja teimum við lágum inntøkum at leggja um til varandi orkuskipanir, segði floksformaðurin.

 

Samstundis er neyðugt, at vit fáa peningastovnarnar at spæla við, so eisini tey, sum ikki hava so stórar inntøkur, kunnu fáa lán til at leggja um. Ein máti er, at íløgan í eina grøna orkuskipan verður løgd oman á sethúsalánið, samstundis sum afturgjaldstíðin verður longd nakað.

 

– Á tann hátt verða bæði umhvørvið og húsarhaldini vinnarar. Umhvørvið verður minni dálkað, og føstu útreiðslurnar hjá húsarhaldinum minka munandi, um tey sleppa undan dýru oljuni, segði Aksel V. johannesen.