Skulu børn trívast og mennast, er avgerandi neyðugt við tryggleika. Børn gerast trygg, tá tey kenna seg sædd, hoyrd og verða vird av teimum vaksnu umsorganarpersónunum í teirra lívi.
- Hetta ger, at børn kenna seg ynsktan; tey hvíla í sær sjálvum og eru trygg við sínar umstøður.
Tað sigur Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung. Tey vísa til ein kanning, sum danska "Børns Vilkår" gjørdi á vári í 2022, og við í kanningini vóru 1153 børn í aldrinum 5-6 ár.
- Tá barnið er trygt, kann tað byrja at kanna ting og umstøður, menna seg, spæla og læra. Út frá nevndu kanning hava Børns Vilkår gjørt átta tilmæli, sum eru soljóðandi:
* Lurta erftir tínum barni
* Slepp tær undan at skeldast, meðan barnið hoyrir
* Gev jaliga vegleiðing
* Brúka aðrar hættir enn at skelda
* Bið um umbering, um tú skeldaði barnið
* Royn so vítt sum gjørligt at sleppa undan "timeout"
* Raðfest nærveru og samveru við barnið
* Hugsa um tína skermnýtslu
Meira um donsku kanningina kann lesast um heimasíðuna hjá Gigni - www.gigni.fo