Soleiðis var tað at uppliva ein hjartasteðg

- Vit høvdu grillað, og eg var í holt við at rigga av. Her var als eingin ávaring, og eg visti ikki til mín aftur, fyrr enn eg lá á Landssjúkrahúsinum, sigur Sjúrður Guðjónsson.

 

Tá Reyði Krossur Føroya herfyri deildi út virðislønir til ársins fyrstihjálpara 2022, fingu grannarnir Undir Gráasteini í Havn, Birgir Lützen og Lina Næs, henda heiður. Tey fingu heiðurin fyri framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp, sum felagsskapurin orðaði seg í sínari frásøgn. Henda dagin, tá Reyði Krossur Føroya deildi út virðislønir, fingu eisini onnur heiður fyri at hava bjargað mannalívum.   

 

Tað var leygarkvøldið hin 14. mai í fjør, at nú 71 ára gamli, Sjúrður Guðjónsson, brádliga small um í heimi sínum Undir Gráasteini við hjartasteðgi. Dóttir hansara, Sigrið Simona, sum var við barn í sjeynda mánaði, leyp út til grannafólk at biðja um hjálp, og her var hon so heppin, at Lina Næs, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, var heima, og tað var ein annar granni, Birgir Lützen, eisini. 

 

Reyði Krossur Føroya sigur í sínari frásøgn um hendingina, at Lina beinanvegin byrjaði hjartamýking, og hon helt á, til Birgir tók yvir. Løtu eftir kom fólk frá Renn Fyri Lívinum við hjartastartara, og sjúkrabilurin var rættiliga skjótur. Lina og Birgir arbeiddu væl saman. Hon tók puls og kunnaði um støðuna, meðan hann áhaldandi gav hjartamýking, sum er rættiliga tungt arbeiði undir slíkum umstøðum.  

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom í blaðsølurnar fríggjadagin, er samrøða við Sjúrð Guðjónsson, sum neyvt greiðir frá tí, sum hendi. Sjálvur minnist hann einki eftir hjartasteðgin, tí, sum hann sjálvur sigur tað, var tað var sum at sløkkja eina kontakt, tá hjartasteðgurin kom. Tað, sum hann veit um tilburðin og tað, sum hendi beint eftir, er tað, sum onnur hava fortalt honum. 

 

Men, hann minnist væl løtuna fyri hjartasteðgin.

 

- Hetta var um 20-21-tíðina um kvøldið, og veðrið var gott. Ein vinmaður og eg sótu úti á terassuni. Vit høvdu grillað, og eg var júst í holt við at rudda av aftur. Eg hevði ein stóran iPad uttanfyri. Vit høvdu fyrst hugt eftir fótbólti og síðan eftir finaluni í Grand Prix – ella Eurovision Song Contest – úr Torino. Tað seinasta, eg minnist, var, at eg var í holt við at taka mær av sjálvari grillini.   

 

Vinmaðurin hjá Sjúrða, sum nýliga hevði fingið eina by-pass skurðviðgerð, fekk ikki gjørt annað enn at siga konuni, Gloriu Kalsø, frá. Hon og dóttirin, Sigrið Simona, vóru heima, tá ógvusliga hendingin fór fram.

- Soleiðis, sum eg havi fingið at vita, vóru konan og vinmaður mín um meg, meðan eg lá har á terassuni. Síðan rann Sigrið Simona, sum bæði var við barn í sjeynda mánaði og hevði 2-ára gomlu dóttir sína við sær, út eftir hjálp. Tað var so heppið, at grannarnir hjá okkum, sjúkrarøktarfrøðingurin, Lina Næs og Birgir Lützen, sum júst hevði verið á skeiði í lívbjargandi fyrstuhjálp, vóru heima og beinanvegin kundu koma mær til hjálpar.

 

Tá Sjúrður seinni hevur fingið fortalt, hvussu samstarvað varð um at fáa hann til lívs aftur, heldur hann, at her hevur verið arbeitt sera skjótt og væl, eins og nógv viðurskifti hava viðvirka til, at alt endaði, sum tað gjørdi.

- Tað er vist, at bæði dóttir okkara og grannarnir, sum komu mær til hjálpar, dugdu at halda høvdið kalt og gjørdu alt eftir bókini. Eg veit, at tað krevur nógv at geva áhaldandi hjartamýking, og hetta hevur verið strævið hjá Linu Næs, sum var fyrst hjá mær. Birgir Lützen, sum kom beint eftir, er sterkur maður, men tað hevur verið ein stór uppgáva hjá honum at roynt at hildið blóðrenslinum í gongd so væl, sum tað eydnaðist, sigur hann.

 

Tá hann fekk hjartasteðgin og datt afturyvir, hevur hann helst brotið onkur rivjabein aftanfyri í rygginum. Myndir frá hendingini vísa, at hann hevði eitt stórt blátt merki niður eftir rygginum vinstrumegin. 

- Eg giti, at træbonkurin, sum stóð á terassuni, hevur loftað mær eitt sindur í fallinum og hevur gjørt, at nakkin ikki tók í gólvið. Undir hjartamýkingini brotnaðu eisini rivjabein í bringukassanum, og soleiðis er tað nú einaferð, tá slíkt hendir, og avgerandi neyðugt er við lívbjargandi fyrstuhjálp, sigur Sjúrður Guðjónsson, sum í fleri ár átti fyritøkuna Navit saman við Lassa Borðoy.

 

Ein av uppgávunum hjá Navit er at veita trygdar-og heilsuskeið til sjófólk, og ein partur av skeiðunum er lívbjargandi fyrstahálp.