Soleiðis velur tú rætt jólatræ

Nú stunda jólini av álvara til og flestu munnu so smátt vera farin at hugsa um at keypa sær jólatræ.

 

Her eru átta ráð fyri at fáa eitt vakur og haldgott jólatræ.

 

1. Spyr, nær træið er felt. Um jólatræið skal standa sum longst, uttan at missa nálirnar, eigur tað at vera felt í fyrsta lagi mitt í novembur.

 

2. Drag fingrarnar eftir nálunum. Um nálirnar detta av lættliga, er tað eitt ringt tekn.

 

3. Kanna nálirnar nær bulinum. Hóast jólatræið kann síggja gott út við fyrsta eygnabrá, eigur tú altíð at kanna, um innastu nálirnar eru frískar og fínar.

 

4. Gev ikki trænum ein hitahvøkk. Træið hevur tað best, um tað sleppur at tillagas eg í einum millumkødlum rúmi, áðrenn tú tekur tað inn í stovuna. Minst til at taka netið av, tá tú setur træið inn til hitatillaging.

 

5. Halt trænum undan hitakeldum sum til dømis ovnum. Verður tað ov heitt, fella nálirnar fyrr av trænum.

 

6. Finn eitt træ, sum passar til jólatræsfótin. Træ súgva til sín vatn millum børkin og viðin, og hesi evnini viknað, um ein fer at seta naglar inn í bulin

 

7. Gev jólatrænum ríkiligt av vatni og nóg ofta. Eitt nálatræ missir vætu gjøgnum nálirnar, og um hesar ikki fáa tað vætu, teimum tørvar, fella tær skjótt á gólv.

 

8. Gev ikki trænum ov kalt vatn. Træið vil helst hava lunkað vatn.