Soleiðis verður eitt land limur í Nato

Nato hevur sagt, at Svøríki og Finnlandi skjótt kunnu gerast limir í Nato. Men tann neyva tíðarkarmurin er ikki greiður.

 

Svenska forsætisráðfrúan, Magdalena Andersons, og Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, rógva í báti, tá tey hittust í dag í Harpsund. Myndir: Henrik MONTGOMERY / TT News Agency / AFP) / Sweden OUT

Svøríki og Finnland boðaðu miðskeiðis í mai frá, at tey bæði londini fara at søkja um Nato-limaskap.

Turkaland er ikki so fegið um tað. Millum annað tí at serliga Svøríki eftir teirra tykki er ov lagaligt mótvegis Kurdiska Arbeiðaraflokkinum, PKK.

Her er eitt yvirlit yvir gongdina fram til innliman í Nato:

* 1: Fyrst einmælt góðkenning: Øll núverandi 30 Nato-londini skulu takast við upp á ráð og góðkenna, at upptøkutilgongdin verður sett í gongd. Turkaland kann við øðrum orðum blokera fyri upptøku av Svøríki og Finnlandi. Tað verður tó mett, at Turkaland kortini fer at góðkenna upptøkuna, men tað kann krevja, at Svøríki og Finnland skulu slaka í onkrum.

Lond skulu harumframt lúka ávísar fólkaræðislig og hernaðarlig fyrisett mál fyri at koma við í samgonguna. Finnland og Svøríki verða longu mett at vera vælvirkandi fólkaræði við einum heri, sum lýkur Nato-standardir.

* 2: Beinleiðis samráðingar: Tey bæði londini skulu síðan hvør sær samráðast við Nato og formliga góðtaka treytirnar, harímillum at vera fyri »musketér-eiðin«: At eitt álop á eitt Nato-land krevur svar frá øllum hinum londunum.

 

##med2##

* 3: Endalig einmælt góðkenning: Tá øll krøv eru samráðst upp á pláss, skulu tey 30 limalondini aftur góðkenna upptøkuna.

Tað fer í fyrstu syftu at geva Svøríki og Finnlandi eygleiðarastøðu til Nato-fundir, men trygdarváttanin hjá Nato fer í hesum tíðarskeiði ikki at galda fult út. Tí hava Svøríki og Finnland verið áhugað í fleiri lyftum um trygdarváttan. Nato-aðalskrivarin, Jens Stolteberg, hevur tó lagt upp til, at tey bæði londini fara at fáa hjálp um nú til dømis Russland skuldi lopið á tey.

* 4: Staðfesting land fyri land: So skulu øll Nato-londini staðfesta avgerðina.

Tað krevur sum útgangsstøði parlamentariska góðkenning, men framferðarhátturin kann vera ymsur frá landi til land treytað av grundlógini.

##med3##

 

* Tíðarkarmur: Aðalskrivarin hjá Nato, Jens Stoltenberg, hevur sagt, at londini kunnu limast inn »skjótt«. Men júst hvussu skjótt er ikki greitt.

* Í fyrsta umfari skulu Svøríki og Finnland finna eina loysn við Turkaland. Her hjálpir Nato-a-alskrivarin. Jens Stoltebnberg vildi tó í dag ikki seta tíðarfreist á samráðingarnar millum tey trý londini.

* Nato-londini skulu síðst í juni savnast til toppfund í Madrid. Men tað kann ikki síggjast sum eitt evstamark fyri samráðingarnar millum Svøríki, Finnland og Turkaland, segði Jens Stoltenberg í dag, tá hann var á vitjan í Svøríki.

Keldur: Reuters, Nato, TT, VG og BBC.

/ritzau/

 

Svenska forsætisráðfrúan, Magdalena Andersons, og Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, rógva í báti, tá tey hittust í dag í Harpsund. Myndir: Henrik MONTGOMERY / TT News Agency / AFP) / Sweden OUT