Aksel V. Johannesen varð valdur til løgmann á øðrum sinni 22. desember í 2022. Fyri at løgmaður skal verða valdur, skal hann ikki hava fleiri enn 17 atkvøður ímóti. Eingin nýtist at vera fyri. Aksel V. Johannesen varð valdur við 25 atkvøður fyri og ongari ímóti og 8 blonkum. Samgongan og Sambandsflokkurin atkvøddi fyri. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin atkvøddu blankt. Mynd: Álvur Haraldsen

Soleiðis verður løgmaður tilnevndur

Heimildina at seta og loysa úr starvi landsstýrisfólk hevur løgmaður einsamallur. Øðrvísi er við tilnevning av løgmanni

Aksel V. Johannesen varð valdur til løgmann á øðrum sinni 22. desember í 2022. Fyri at løgmaður skal verða valdur, skal hann ikki hava fleiri enn 17 atkvøður ímóti. Eingin nýtist at vera fyri. Aksel V. Johannesen varð valdur við 25 atkvøður fyri og ongari ímóti og 8 blonkum. Samgongan og Sambandsflokkurin atkvøddi fyri. Fólkaflokkurin og Miðflokkurin atkvøddu blankt. Mynd: Álvur Haraldsen

Løgtingsformaðurin skal eftir stýrisskipanarlógini § 29 loysa løgmann úr starvi í førum:

1.    tá løgmaður sjálvur biður um at verða loystur úr starvi, ella

2.    tá meira enn helmingurin av øllum tingfólkunum hevur atkvøtt fyri misáliti, og løgmaður tessvegna sambært stýrisskipanarlógini § 30 er noyddur at leggja frá sær

Tá stýrisskipanin hevur sum greiða fyritreyt, at ein løgmaður altíð er, má farast undir tilnevning av nýggjum løgmanni, um so er, at løgtingsformaðurin hevur loyst verandi løgmann úr starvi.

Verður nýval til løgtingið, í samband við at løgmaður leggur frá sær, so bíðar tilnevning til eftir valið, og løgmaður, sum leggur frá sær, starvar fyribils til tá.

Tilnevning av løgmanni fer ikki fram av sær sjálvum eftir løgtingsval.

Hetta hendi t.d. ikki eftir løgtingsvalið 30. apríl 2002. Sitandi løgmaður helt bara fram eftir valið uttan at løgtingið kom uppí, og hann tryggjaði sær sítt parlamentariska grundarlag við nýggjari samgonguavtalu.

Løgmanstilnevndin fer bert fram í teim førum løgmaður sjálvur leggur frá sær, tí hann heldur, tað vera hóskandi, ella um so er, at hann fyri valið ella eftir valið hevur fingið tingsins misálit. 

Í dag leggur løgmaður frá sær, tí hann ikki longur hevur eina samgongu, sum hevur meiriluta í Løgtinginum. Sitandi samgonga hevur bara 14 tingfólk eftir, og Aksel V. Johannesen heldur, eftir at hann hevur tosað við øll floksforfólkini, at best er at lata samráðingarrættin víðari til formann Fólkafloksins, sum vann løgtingsvalið.

Fyri tí um løgmaður ikki fær eitt týdningarmikið mál ígjøgnum í løgtinginum, t.d. fíggjarlógaruppskot sítt, so skal hann heldur ikki frá. Tað er ikki uttan at hann í hesum sambandi sigur, at hetta er ein so týdningarmikil spurningur, at hann ikki kann liva við hesum politiskt og tí av sínum eintingum leggur frá sær. Ein sokallaður kabinetspurningur.