Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

Veðrið verður skiftandi, men serliga ein dagur sær gott út

Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað verður skiftandi veður hesa vikuna, og serliga mikudagurin sær út til at verða góður.

 

Føroyska Veðurstovan sigur, at í dag vera 5-10 m/s av útnyðringi. Ælaveður og nakað av sól. Í kvøld og í nátt í støðum upp í 13 m/s. Klárt og bert einstøk æl. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Týsdagin vera 5-10 m/s av vestri, seinnapartin 3-8 m/s av útsynningi. Skýggjað og onkur æl, men sum frálíður nakað av sól. Hitin verður millum 7 og 12 stig.

 

Mikudagin vera undir 5 m/s av útsynningi. Turt og nakað av sól. Um náttina 3-8 m/s av útsynning, samdrigið og regn av vestri. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Hósdagin vera 8-13 m/s vestri og útsynningi. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 14 stig.

 

Fríggjadagin vera 8-13 m/s av útnyðringi. Um kvøldið 3-8 m/s av vestri. Skýggjað og turt. Hitin milum 9 og 15 stig.