Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

Danska veðurstovan sigur, at tað verður lítið av vindi og turt stóran part av tíðini

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuliga góðum veðri í vikuni. Fyri tað mesta verður lítið av vindi og turt veður, men heldur enn sólskinsdagar fáa vit nøkur æl gjøgnum vikuna.

 

DMI sigur, at í dag verða 2-5 m/s av norði ella útnyðringi. Fyri tað mesta turt og samdrigið. Hitin millum 8 og 12 stig. Í kvøld og í nátt 2-5 m/s av vestri og útsynningi, turt og samdrigið. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Týsdagin verða 3-8 m/s av suðri og útsynningi. Samdrigið og onkur æl. Hitin alt døgnið millum 9 og 14 stig.

 

Mikudagin 2-7 m/s av suðri. Samdrigið og onkur einstøk æl. Hitin alt døgnið millum 9 og 14 stig.

 

Hósdagin verða 3-8 m/s av suðri og landsynningi. Samdrigið og támur veður, í støðum sirm ella eitt sindur av regni. Hitin alt døgnið millum 9 og 14 stig.

 

Fríggjadagin verða 3-8 m/s av landsynningi. Samdrigið og onkur æl. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)