Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

Tað fer at regna nakað í vikuni

Danska veðurstovan roknar við, at tað fer regna partar av øllum døgunum í vikuni.

 

DMI sigur, at í dag vera 8-13 m/s av suðri og útsynningi. Samdrigið og regn ella mjørki. Hitin millum 10 og 13 stig. Út á seinnapartin verður klárari í veðrinum, men ælaveður. Í kvøld og í nátt samdrigið og regn ella mjørki. Hitin um 10 stig.

 

Týsdagin vera 5-10 m/s av útsynningi, minkandi niður í 3-8 m/s av ymsum ættum. Samdrigið og regn av og á. Hitin alt døgnið um 12 stig.

 

Mikudagin vera 3-8 m/s av norði og eystri. Turt og skýggjað, møguleiki fyri sólglottum. Hitin um dagin um 12 stig. Um náttina samdrigið og regn, hitin millum 7 og 10 stig.

 

Hósdagin vera 8-13 m/s av eystri, seinni 3-8 m/s av suðri og landsynningi. Samdrigið og nakað av regni. Hitin um 12 stig.

 

Fríggjadagin vera 3-10 m/s av suðri og landsynningi, seinni av útsynningi. Samdrigið og løtu við regni ella ælaveðri. Hitin um 11 stig.