Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við bæði sólgottum og ælaveðri

Danska veðurstovan DMI roknar við skiftandi veðri um vikuskiftið.

 

DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av eystri, samdrigið og okkurt æl, seinni møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður millum 5 og 7 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av eystri og landsynningi, vaksandi upp í 8-13 m/s, um náttina upp í 15 m/s. Turt og nakað av sól, seinni samdrigið og út á kvøldið fer at regna. Hitin millum 6 og 10 stig.