Veðrið verður einki serligt um vikuskiftið. Føroyska veðurstovan roknar við, at fyrrapartin verður avfall – nógvastaðni sum kavi – og seinnapartin verður fitt av vindi. Í morgin verður eitt sindur frægari veður.
Veðurstovan sigur, at í dag vera 8-13 m/s av landsynningi, út á fyrrapartin 20-25 m/s av vestri. Í kvøld 8-13 m/s av útnyðringi. Samdrigið og kavaavfall, seinnapartin klárari í veðrinum og ælaveður. Hitin í dag verður millum frostmarkið og 5 hitastig, í nátt millum 2 kuldastig og 2 hitastig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av vestri og útnyrðingi, seinni 13-18 m/s av útnyðringi. Skiftandi skýrák við kava- ella vátakavaælum. Um náttina minkandi vindur og klárari í veðrinum. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.