Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað verður nakað av vindi og regni í dag. Í kvøld kann tað vera sum vátakavi, og í nátt verður klárari og turrari í veðrinm.
DMI sigur, at í dag vera 13-18 m/s av útsynningi. Í kvøld minkar vindur niður í 8-13 m/s av útsynningi og vestri. Samdrigið og nakað av regni, í kvøld kann tað vera sum vátakavi. Í nátt klárari í veðrinum og ælaveður. Hitin um dagin millm 5 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.
Sunnudagin vera 8-13 m/s av útsynningi og vestri, sum frálíður av 3-8 m/s av útsynningi og suðri. Nakað av sól og onkur æl. Sunnukvøldið veksur vindurin upp í 13-18 m/s útsynningi. Samdrigið og regn. Hitin milum 3 og 6 stig.