Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Hitin verður tveysiffraður í dag og í morgin

Danska veðurstovan roknar við lýggjum veðri um vikuskiftið. Í dag kemur hitin upp í 13 stig, og í morgin kemur hann upp í 11 stig.

 

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av suðri. Nakað av sól, men skýggjað og møguleiki fyri mjørka og sirmi í støðum. Hitin millum 8 og 13 stig. Í kvøld og í nátt verða samdrigið og támut veður, og vindurin veksur í nátt upp í 5-10 m/s. Hitin verður millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin verða 5-10 m/s av suðri, samdrigið og támut veður, í støðum mjørki. Sum frálíður klárnar, og sólin kagar fram í støðum. Hitin verður millum 8 og 11 stig. Sunnukvøldið fer at regna av vestri. Hitin verður mullum 7 og 10 stig.