Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við, at tað verður nakað av vindi um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI væntar, at tað verður heldur illsligt veður um vikuskiftið. Bæði í dag og í morgin verður vindur, og tað fer at regna stóran part av tíðini.

 

DMI sigur, at í dag vera 10-15 m/s av suðri og landsynningi. Samdrigið og regn mesta av tíðini. Í nátt klárari í veðrinum, men ælaveður. Hitin verður millum 6 og 10 stig.

 

Sunnudagin vera 10-15 m/s av suðri við stormhvirlum. Samdrigið og ælaveður, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður milum 6 og 10 stig.