Soleiðis verður verðið um vikuskiftið

DMI roknar við, at sólin kagar fram í dag

Danska veðurstovan DMI roknar við, at sólin kagar fram í dag og helst eisini í morgin.

 

DMI sigur, at í dag verða 8-13 m/ av útsynningi og vestri, í kvøld 3-8 m/s av útnyrðingi. Samdrigið og sirmi í støðum, sum frálíður turt og nakað av sól. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Sunnudagin verða 3-8 m/s av útsyningi og vestri. Samdrigið, men í støðum møguleiki fyri sól. Hitin millum 8 og 13 stig.