Sólglottar og regn

Veðrið næstu dagarnar verður skiftandi

Næstu dagarnar fáa vit rættiliga skiftandi veður.

 

Í morgin fer hitin at liggja millum 12 og 15 stig. Onkrir sólglottar vera, men eisini okkurt æli.

 

Hósdagin verður fyri tað mesta turt og nakað av sól. Hitin kemur at liggja millum 7 og 10 stig.

 

Um vikuskifti kunnu vit vænta kaldari veður, har hitin fer at liggja millum 5 og 9 stig.

 

Trýs á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurfrøðingin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá.