Sólglottar og upp í 10 stig

Um veðrið seinnapartin sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum, at tað verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og sólglottar, men eisini okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.

Í morgin sigur hann frá gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og fyrrapartin okkurt æli, men seinnapartin yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 9 og 12 stig.

Um vikuskiftið verður yvirhøvur turt og sólglottar og hitin verður millum 9 og 12 stig.

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini hjá Petur Skeel Jacobsen.