Tað er ógjørligt at fáa váttað, hvør skal manna landsstýrið komandi fýra árini, hóast samgongan hevur avgreitt henda spurnignin, og nú bert bíða eftir, hvat flokkarnir siga til henda spurning.
Høgni Hoydal sigur, at Tjóðveldisflokkurin veit, hvat hann vil, og Høgni Hoydal veit eisini,hvat hann vil fremja í hesumvalskeiði.
Væntaði ikki at tað fór at vera lætt
Hann er ikki ovfarin av stóru arbeiðsbyrðuni higartil í politiska arbeiðinum. Fundast hevur verið at kalla allan sólarringin í nærum góða viku, og alla tíðina hava tíðindini gingið um, at nú stóð í botni, so gekk framá eina løtu, og so var aftur steðgur í samráðingunum o.s.fr..
Áðrenn hann fór undir samráðingarnar visti hann, at hetta fór ikki at vera løtt uppgáva, og hann er als ikki bilsin, at tað gjørdist so trupult - als ikki.
Nú er bert eftir at fara undir uppgávuna og vísa í verki, at tað, sum higartil hevur verið eitt baks, skal gerast veruleiki, sigur Høgni Hoydal.
Hann ásannar at samráðingarnar hava verið truplar, men at hann persónliga ikki hevur havt ampa av tí. Hann er vanur at arbeiða. Umframt tað hevur hann havt góðan stuðul í flokkinum.
Stríð at fáa innivist í samgonguskjalinum
Stríðið hevur verið at fremja sjónarmiðini hjá Tjóðveldisflokkinum, og sum eg segði undir tíðindafundinum, so havi eg slúkt bæði kamelar og dromedarar, fyri at fáa okkara áhugamál við, sigur Høgni Hoydal.
Vit hava fingið stóran meirluta í fólkinum fyri at fremja stigið á sjálvstýrisleiðini, sigur Høgni Hoydal,sum ikki er bangin fyri, at samgongan fer at føra borgarligan politik, sum onkur vil vera við.
Tað hevur ført til, at vit hava fingið ov linar orðingar í samgonguskjalinum. Tað er ov lítið ítøkiligt, av tí at vit eru ein vinstraflokkur, sum skal samstarva við borgarligum flokki.
Ov veikar orðingar
Betur hevði verið,um vit høvdu fingið greiðari orðingar á sosiala økinum, men eg ásanni, at tær eru ov veikar.
Í praktiskum arbeiði verður tað tí upp til Landsstýri og Løgting í dagliga arbeiðinum at finna neyðsemjur í dagliga politikkinum, og tað er ikki óvanligt í føroyskum politkki, sigur Høgni Hoydal og leggur aftrat, at samgonguskjalið í 1994, við Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, var meira borgarligt enn hetta, sum nú er veruleiki.
Samstarv
Okkara trupulleiki er, at vit seta ríkisrættarligu viðurskiftini í fremsta rað, men tað merkir ikki, at vit ikki vilja varðveita solidariska samfelagið.
Uppgávan er nú at fáa skipað samstarv millum politisku skipanina og vinnulívið. Tað er fyrsta fortreytin fyri at vit kunnu gerast sjálvbjargin, sigur Høgni Hoydal.