Kartni Ravnsfjall, Hoyvík
----
Mikið rumbul hevur seinastu dagarnar verið um fráfaringaravtaluna hjá fyrrverandi stjóranum í ALS. Fólk hava verið á gosi um hetta mál. Havi ikki uppliva nakað líknandi síðan kreppuna í 90’unum.
Men halló, tað er ikki so, at vit hava tikið lívið av nøkrum ella gjørt hetta fyri egnan vinnings skuld.
Haldi at fólk eiga at sinna seg.
Aðrir stýrislimir hava valt at hildi fast um, at tað var rætt at gera hesa fráfaringaravtalu. Tað er so teirra søk. Tað eru eisini fleiri fordømi um, at almennir stjórar hava fingið líknandi avtalu, tá teir eru farnir frá, fyri tíð. Men fyri tað, sigi eg ikki, at hetta er rætt, at gera. Men her er onki dult í hesum málið.
Havi sagt, at tað var eitt mistak av mær, at skriva undir.
Og gert tú eitt mistak, og viðgongur tað ikki, gert tú enn eitt mistak.
Trúgvi at um málið var handfarið øðrvísi, høvdu vit eina loysn, sum var meira virðilig fyri allar partar.
Men ábyrgdina av, at eg skrivaði undir, eigi eg einsamallur.
Fundurin við almennu fakfeløgini
Tá fráfaringaravtalan alment var løgd fram, valdi eg beinanvegin at innkalla almennu feløgini, ið eg umboði í ALS-stýrinum, á fund. Her endurtók eg, at tað var skeivt av mær at skriva undir. Men eg vísti eisini á, at tað vóru ávísar umstøður, ið gjørdu, at hetta var hent. Tað eina var, at eg ikki kundi viðgera málið saman við nøkrum uttanfyri stýrið. Hitt var, og at eg óivað havi havt ov stórt álit á, at tey, ið høvdu innlit í hvussu ein koyrir ein stjóra frá, eisini høvdu røttu loysnirnar.
Skal ikki siga, at eg í øllum førum greitt kundi siga frá, hvat var farið fram í málinum. Havi ikki sjálvur evnað avtaluna til og kundi heldur ikki fara í smálutir við øllum. Kundi bert siga, at talan var um samstarvstrupulleikar, og at semja var um, at stjórin skuldi sigast upp.
Tey flestu høvdu hvassar spurningar, men nógv høvdu eisini forstáilsi fyri mínari støðu. Fleiri tóku eisini rættuliga harðliga til orðanna, og nøkur vildu reint út sagt hava mítt høvur á eitt fat.
Fyri Ingolf S. Olsen, ið var á fundinum sum eygleiðari, gjørdist tað ovboðið, og reisti hann seg upp og spurdi fundarluttakarnar, hvat teir biltu sær inn. Nú høvdu teir í nærum tríggjar tímar spankað hendan mannin, sum sinniliga hevði svarað øllum spurningum og ákærum. Um tey ikki skuldu trivið í egnan barm og spurt seg sjálvan, um tey hava gjørt tað, tey áttu, fyri at stuðla umboð sítt?
Havi rímiliga harða húð, so eg kláraði væl at taka ábreiðslurnar. Kann eisini svara aftur. Men hansara orð hava fingið meg sjálvan at sett spurningurin: Havi eg fingið tann stuðul, eg burdi, frá baklandi mínum?
Eg havi siti í stýrinum fyri ALS síðani 2000. Hesa tíð hava vit ment stovnin á ymsan hátt. Politiski myndugleikin er ikki sloppin fram at ognunum hjá stovnunum, og tað gjørdi, at hesar kundu vaksa til meira enn 700 mió. Kr. Hesar komu væl við, tá kreppan rakti og arbeiðsloysið vaks. Og í 2009 gjørdu vit stórar betringar í skipanini, sum ikki minst komu teimum alment settu, ið gjørdust arbeiðsleys, til góðar.
Skerjingarnar í 2012
Í 2012 sansaði at, skipanin varð vorðin ov dýr, og greitt var, at við hetta lag varð kassin skjótt tómur. Harumframt var tað ein trupulleiki, at so nógv valdu at fáa pening frá ALS fram um at átaka sær eitt arbeiði. Tað skal altíð heldur loysa seg at arbeiða enn at ganga arbeiðsleysur. Máttu tí gera hesar skerjingar í skipanini.
Í tilgongdini til ta semju, sum varð gjørd, hevði eg alsamt fund við størstu fakfeløgini. Hetta hevur verið eitt gott samstarv, eg havi havt við tey. Og tey skiltu eisini, at her mátti okkurt gerast, og eg mátti taka eina avgerð saman við restini av stýrinum.
Var tí nokkso bilsin, tá almennu feløgini valdu at fara út og taka frástøðu frá tí semju, eg hevði verið við til at gera.
Høvuðspersónurin aftanfyri hesa proklamatión var forkvinna í Heilsurøktarafelagnum. Majbritt Mohr.
Hon ringdi eisini til mín, tá avtalan varð gjørd, og skeldaði út. Tá eg so segði, at um onki skuldi skerjast, var einasta loysnin, at inngjaldið mátti hækkast til 2% ella meira. Vildi hon tað? Nei. Jamen, so bleiv kassin tómur um stutta tíð, segði eg. Ja, men um so varð, kundi ALS bara taka lán, svaraði hon. Og tað tvíhelt hon um, at eg skuldi havt fingið framt í stýrinum.
Nú nýtist mær ikki at siga, at hetta uppskotið um at lata kassan blíva tóman og so taka lán bæði er tápuligt og als ikki letur seg gera. Hvørki stýrið ella politiski myndugleikin høvdu góðtikið nakað tílíkt.
Øsingin hjá Jenis av Rana
Men høvuðsorsøkin til at fakfeløgini valdu at melda út, var, at tingmaðurin Jenis av Rana hevði skapt øsing um málið. Tó eins og Majbritt Mohr hevði hann onga loysn, men vildi bara flyta fokus frá, at hann júst hevði lóggivið meira enn 6.000 kr. í sín egna lumma hvønn mánað. Jenis av Rana kann vera so frelstur, sum hann vera vil, men mammon er sanniliga ein av hansara gudum.
Á fundinum fríggjadagin viðgekk ein fakfelagsformaður eisini, at tey væl vistu, at tað var neyðugt at ganga við til hesar skerjingar. Men tey máttu eisini fara út at mótmæla hesum.
Men hvat er hetta fyri nakað? Fakfeløgini taka frástøðu frá nøkrum, sum tey vita, at umboð teirra má fremja? Nøkrum, sum tey høvdu gingið við til, um tey vóru í mínum sessi? Og har tey vita, at hetta er framvegis er ein góð skipan, har útgjaldi er eitt hitt hægsta í Norðurlondum.
Fráfaringaravtalan fyri trygdargrunnin.
Á fundinum var Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelag eisini spurdur um avtaluna, sum Trygdargrunnurin hevði gjørt við fyrrverandi ALS-stjóran. Tað kom hann ikki væl frá.
Eyðstein Djurhuus segði hesar 300.000 kr., stjórin nú hevði fingið frá Trygdargrunninum, var løn, sum hesin átti til góðar síðani 2011. Gomorin. Eg spyrji bara, fyri hvat arbeiði? At Als hevði lagt hús til grunnin, og starvsfólk hava gjørt tær flytingar, ið skuldu gerast?
Nei, um nakað er ein forering, so er tað hetta, sum Eyðstein Djurhuus hevur staðið á odda fyri.
Mítt egna felag
Tað kann ikki undra nakran, at Eyðstein Djurhuus og Majbritt Mohr stóðu á odda fyri at krevja, at eg skuldi varpast út uttan nakað. Onkur annar tyktist hava somu hugsan. Men tað mest skelkandi var, at Súni Selfoss, næstformaður í mínum egna felag, Starvsmannafelagnum, eisini íðin talaði fyri hesum.
Hetta fingu tey tó ikki framt, tí onnur ikki vildu góðtaka, at teirra umboð sum tann einasti skuldi ábyrgdast fyri handfaringina í hesum máli og farast skuldi fram á hendan hátt.
Men hvat billar Súni Selfoss sær inn? Hevur hann ikki skyldu til at stuðla og verja sínar limir, heldur enn at gera tað mótsatta?
At fara sjálboðin
Nøkur vildu eisini fegin hava, at eg sjálvboðin skuldi lata sessin frá mær. Men eg svaraði nei, tað ætlaði eg mær ikki.
Men í tí sambandi vísti eg á, at í hvussu er nøkur teirra, sum vóru á fundinum, høvdu verið við til at gjørt sera vánaligar sáttmálar, sum limirnir vóru illir um. Men eg hevði ikki lagt merki til, at nakar av teimum hevði sagt seg úr nevndini av hesi orsøk?
Feskasta dømi er sjálvsagt sáttmálin, sum Starvsmannafelagið gjørdi fyri einum ári síðan, har limirnir fingu 0 kr. í lønarhækking.
Og her kann eg vísa á dømi um ein annan solidaritet frá limunum, í mun til tað, eg havi uppliva: Til aðalfundin hjá Starvsmannafelagnum í fjør, stóð forkvinnan Selma Ellingsgaard sum tann einasta fyri vali. Fyri aðalfundin samlaðust limirnir frá Tórshavnar kommunu til fundar. Ikki fyri at fella Selmu, men tvørtur ímóti varð hildið, at tað var skeivt at lata Selmu, sum tann einasta í nevndini, svíða fyri vánaliga sáttmálan, sum felagið hevði gjørt. Helst var hetta við til at gera, at hon var vald inn aftur.
Rástevnan hjá ALS í 2012
Í august í fjør helt Arbeiðsloysisskipanin 20 ára stovningardag.
Í sambandi við tað varð skipað fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum við fleiri fyrilestrum og kjaki.
Har vóru nógv fólk, og arbeiðsgevararnir og arbeiðarafeløgini vóru væl umboðað.
Men har var ein bólkur, ið ikki møtti upp, hóast tey høvdu fingið innbjóðing, og tað vóru almennu fakfelagsumboðini. Og hetta var eisini lagt til merkis, tí fleiri spurdu meg, hví so var? Og eg mátti siga, at eg onki svar hevði.
Ein persónur møtti upp
Skal ikki siga, at onkur, eg kenni minni væl, var á fundinum, men bert tann eini formaðurin hevði gjørt sær tann ómak at vera við til tiltøkini í Norðurlandahúsinum hendan dagin. Og tað var forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen. Har fingu vit bæði eisini eitt gott prát og vóru samd um, hvussu gevandi og áhugaverdir fyrilestrarnir og kjakið hevði verið.
Men hví helt Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum ikki, at hendan ráðstevna var verd fyri hann at fara til?
Hví var Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag, ikki har? Kanska hann hevði fingið svar uppá onkran spurning, hann ikki fekk svar uppá á fundinum, vit høvdu.
Hví kom Óluva í Gong frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ikki niðan har handan dagin? Er tað ikki eisini gott, at fáa nakað av positivum íblástri og vitan?
Og hví var ongin frá Starvsmannafelagnum har?
Og hvar vóru allir hinir formenninir og nevndarlimirnir?
Fyri fundin skrivaði Eyðstein Djurhuus grein um svínaríið við, at ALS brúkti túsundavís av pengum til eitt stórt ball. Tað einasta ballið eg kendi til, var ein døgurði fyri starvsfólk og stýrislimir, og tað sá eg onki skeivt í ein slíkan dag.
Men tað kann ikki vera so rívandi galið, at hetta var orsøkin til, at feløgini boykottaðu ráðstevnuna?
Tey gevast ongantíð
Í skrivandi stund síggi eg, at Majbritt Mohr er úti við grein. Veit ikki, hvat eg havi gjørt henni, men hon steðgar ikki á, fyrr enn hon sær blóð.
Og henni á baki kemur Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag. Hann skrivar, at stjórin hevur fingið alla hesa upphædd, fyri at siga upp. Hví ert tú ikki erligur, Eli? Longu hósdagin sendi eg tær og hinum fakfelagsformonninum skriv, har eg greiddi frá, at stjórin var uppsagdur. Hetta vita øll.
Fráboðanin frá feløgunum
Á fundinum fríggjadagin samdust luttakararnir um eina fráboðan, har heitt varð á alt stýrið, um at leggja frá sær.
Tað tók sera drúgva tíð hjá teimum at semjast um, hvør útmeldingin skuldi verða. Tey máttu jú koma út við onkrum. Men eg kendi, at ein stórur partur av fakfelagsumboðunum mettu, at eg yvirhøvur hevði gjørt eitt gott arbeiði í stýrinum, tó at tað, sum var hent í hesum málið, ikki var í lagi.
Landsstýrismaðurin Jóhan Dahl hevur ongar ætlanir um at koyra stýrið frá. Eisini hevur hann longu sett hol á arbeiðið við at áseta reglur í sambandi við starvssetan av stjórum, so hetta ikki kemur fyri aftur. Hetta er nakað, eg alment havi sóknast eftir, so tað fegnist eg um.
Kenni meg noyddan at koma við hesum bersøgna uppsangi.
Fakfeløgini skulu sjálvandi verða á varðhaldi og tala at, tá nakað sum ikki er rætt, fer fram.
Men haldi eisini, at tit eiga at taka í egnan barm og hugsa um, hvør leiður tykkum og ikki lata tey, ið skapa sær posisjón við at traðka á onnur, stýra fakfelagssamstarvinum.