Solidaritetur my ass

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Eg havi eitt uppskot, skilagott og neyðugt. Vit stovna eitt fakfelag fyri okkum, sum ikki eiga børn og/ella ikki roykja.

Okkara fakfelag skal ikki selja lønarhækkingar fyri sosialar veitingar, fyri almannahjálp. Okkara felag skal hava alt upp á lønina, tí tað er har, og bara har, prosentini gera mun.

Eftirlønin fánar burtur til umsiting og skatt. Og er hon til yvirhøvur, tá vit koma so langt, um vit koma so langt.

Einki skal telja hjá okkara fakfelag uttan lønin, icecool cash.

Vit, sum ikki eiga børn og/ella ikki roykja, arbeiða fleiri vikur meira um árið enn tey við børnum og sigarettum gera. Fleiri vikur um árið, men vit fáa somu ússaligu lønina sum hini.

Onga staðni í heiminum eru børn so sjúk sum í Føroyum.

Tað er ikki rættvíst. Nei, men solidariskt, samhaldsfast.

Solidaritetur my ass.

Helvtin av mikroskopisku lønarhækkingini er longu horvin, áðrenn eg fái hana. Eisini hon fer til sosialhjálp.

Eg kann ikki rinda rentur og avdráttir, SEV, kringvarpsgjald ella limagjald til fakfelagið við solidariteti.

“Ja, góðan dag, Høgni Djurhuus. Tað var í sambandi við hatta lánið hjá mær. Fakfelagið hjá mær hevur tíverri selt lønarhækkingina fyri nakrar vikur til teirra við sjúkum børnum, so eg havi ongar pengar at gjalda við hendan mánaðin. Men eg havi nøkur prosent av solidariteti. Kann eg flyta tey?”

Men vit, sum halda, at eitt fakfelag eigur ikki at vera ein almannastova ella neyðhjálparfelagsskapur, áttu at havt okkara egna fakfelag. Fakfelagið hjá okkum, sum arbeiða hvønn arbeiðstíma, skal hvørja ferð fara eftir einari lønarhækking, sum munar.

Vit vanligu apur í gomlu fakfeløgunum fáa ongantíð at vita, hvat fakfelagið krevur okkara vegna, hvat verður selt fyri hvat í samráðingunum. Tað einasta, vit fáa at vita, og tað er í fjølmiðlunum, vit fáa tað at vita, er vánaliga samráðingarúrslitið.

Eg ivist ogna løtu í, at fakfeløgini hava selt eitt ella tvey prosent fyri rættin hjá roykjarum at arbeiða tveir tímar minni um dagin enn vit, sum ikki roykja, fyri somu løn sjálvandi. Roykipausur við løn. Tveir tímar um dagin at roykja í. Og tá verður ikki arbeitt, men sleygað.

Fakfeløgini eru ikki longur tey stríðsfeløg, sum tey vóru.

Arbeiðsgevarin er ikki mótpartur longur. Á einum aðalfundi hjá Starvsmannafelagnum fyri nøkrum fáum árum síðani brúkti eg orðið mótpartur um Fíggjarmálaráðið.

Næstformaðurin í foreiningini var skjótur at átala. Fíggjarmálaráðið er so sanniliga ikki ein mótpartur. Nei, Fíggjarmálaráðið er samstarvspartnari.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum var eisini á fundinum. Hann mótmælti sjálvandi ikki hesum stóra sannleika. Tað gjørdi eingin onnur ella annar heldur.

Sjálvur gjørdist eg so bilsin, at eg fekk einki sagt.

Fakfelagið hevur tann undarliga sið altíð at bjóða einum samstarvspartnara at vera gestarøðari á aðalfundunum.

Nú eri eg so burturoldaður og ómodernaður, at í mínari verð eru arbeiðsgevarar og hansara ella hennara ørindasveinar og skutilsmoyggjar mótpartur.

So leingi einki fakfelag hevur mótprógvað tí, standi eg við, at soleiðis er, burturoldaður ella ei.

Samstarvspartnari, eg meini tað.

Fakfelagið hjá okkum, sum hvørki eiga børn og/ella ikki roykja, skal fara eftir lønarhækking. Tað selur ikki prosentini fyri sosialhjálp, so bara promillur eru eftir til lønina.

Solidaritetur my ass!