Edmund hevur roynt seg áður:
- Hann hevur útmerkað seg við at vera ímóti Vága- og Norðoyatunlunum, hann hevur ongantíð torgað sitandi løgmann, og nú vil hann niðurleggja Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús. – Vit spyrja: til gagns fyri hvønn?
Tá Lisbet L. Petersen fór frá sum formaður Sambandsfloksins, og tað gjørdist greitt, at flokkurin fór at velja Kaj Leo Jóhannesen sum eftirmann, gjørdist samstundis greitt, at Edmund undir ongum umstøðum fór at stuðla floksleiðlsuni. Hetta lyfti hevur hann hildið. Neyvan til gagns fyri Sambandsflokkin.
Vit, sum ikki búgva inni á miðøkinum, eru so von við hansara høgg. Vit minnast, hvussu hann stríddist ímóti Vágatunlinum og gav táverandi landsstýrismanni í Vinnumálum sekkin fyri at hava sett arbeiðið uppá Vágatunnilin í gongd.
Eisini minnast vit, hvussu hann í føroyskum og útlendskum fjølmiðlum gjørdi grin burtur úr royndunum at fáa Norðoyatunnilin settan á politiska dagsskrá.
Teir nýggjastu tankarnir hjá Edmundi um at niðurleggja smærru sjúkrahúsini, kunnu ikki verða til nakað annað enn at provokera – ein óvirðilig roynd at vinna persónligar atkvøður í hansara nýggja atkvøðudepli - Tórshavn.
Góði Edmund - hvat við at komið við kritikki, politiska skipanin kundi brúkt og ikki bara skotið frá hoftini við hugskotum, sum einans sáa mistreysti og ótta?
Hvat um tú t.d. byrjaði við at rationaliersa teg sjálvan. Eg meini, tú ert løntur bæði úr statskassa og landskassa, og sostatt átti tjóðin at væntað sær meira av tær. - Stórur partur av fólkinum hevur trupult við at halda fast við ta einu lønina. Tín óstortligi solodansur hevur einki við sambandspolitikk at gera og gagnar ikki flokkinum.
At miðsavna alt skúlaverkið í nakrar fáar »effektivar« kraftdeplar - sum m. a. leiðslan í Føroya Lærarafelag mælir til - ljóðar ikki bert populistiskt - men fer neyvan at føra til nakra rationalisering.
Skúlaverkið verður ikki bíligari at reka - og samstundis hevur ein kvett høvdið av fleiri vælvirkandi skúlaeindum bæði í býum og bygdum.