32 ára gamli Ole Solskjær spældi ein hálvleik, tá eykaliðini hjá Manchester United og Liverpool dystaðust í gjárkvøldi.
Eini 3.000 viðhaldsfólk hjá Manchester United vóru komin at hyggja at dystinum, og tað er óvanliga nógv fyri slíkan dyst.
Solskjær hevur í drúgva tíð verið plágaður av knæskaða, og tað var ikki fyrr enn í seinastu viku, at hann aftur kundi venja við besta liðnum hjá felagnum.
Vandamikli normaðurin, sum helst altíð verður mintur á Old Trafford fyri avgerandi málið móti Bayern München í Champions League finaluni í 1999, kom ikki á máltalvuni í gjárkvøldi. Men hann hevði einar tvær naskar royndir, eins og hann í nógvar mátar tóktist hvassari, enn roknast kundi við eftir drúgva skaðasteðgin.
Seinasti dysturin hjá Solskær var annars, tá hann í mai mánaði fekk seks
minuttir á vøllinum í FA-Cup finaluni. Men tað er hálvt annað ár síðani, at hann seinast var á vøllinum í Premier League dysti.