Solskjær - besta keypið í Premier League søguni

The Independent hevur gjørt ein lista, sum sigur, at norski framherjin, sum komandi ár skal venja Molde í bestu norsku fótbóltsdeildini, er tað besta keypið, sum er gjørt í Premier League søguni.

 

Hetta sjálvt um, Ole Gunnar Solskjær er í kapping við Cristiano Ronaldo, Eric Cantona, Alan Shearer og Thierry Henry.

 

- Longu í tí fyrsta dystinum fyri Manchester United vísti Solskjær ógvuliga høgt støðið. Hann kom inn ímóti Blackburn Rovers, og hann skoraði innan seks minuttir vóru farnir. Hevur nakað lið havt ein betri mann at seta á vøllin? Spyr The Independent lesarnar.

 

- Fótbóltsinteligensurin hjálpti Solskjær at gagnnýta støðurnar, tá hann var skiftur inn. Og tað kann gera tað sama um vit tosa um fýra mál ímóti Nottingham Forrest uppá 12 minuttir, ella um vit tosa um sigursmálið í Champions League finaluni í 1999, tá Solskjær skoraði sigursmálið í yvirtíðini.

 

Hetta eru teir sum The Independent metir verða 10 tey bestu keypini í Premier League søguni :

 

1. Ole Gunnar Solskjær (Molde - Manchester United, 1996)

2. Sami Hyypiä (Willem II - Liverpool, 1999)

3. Brad Friedel (Liverpool - Blackburn, 2000)

4. Carlos Tévez (Corinthians - West Ham, 2006)

5. Zat Knight (Rushall Olympic - Fulham, 1999)

6. David James (Manchester City - Portsmouth, 2006)

7. Alan Shearer (Southampton - Blackburn, 1992)

8. Paolo Di Canio (Sheffield Wednesday - West Ham, 1999)

9. Dimitar Berbatov (Bayer Leverkusen - Tottenham, 2006)

10. Marc Overmars (Ajax - Arsenal, 1997)