Norski álopsspælarin Ole Gunnar Solskjær, sum hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu árini, er við at koma veruliga fyri seg aftur, og í einum venjingardysti hjá Manchester United í Suðurafrika um vikuskiftið, skoraði hann tvey mál. Liðið hjá United var ikki fullmannað til dystin, Solskjær var í rætta essinum. Hann skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði Manchester United tvey mál afturat, so teir vunnu dystin ímóti Orlando Pirates 4-0.