- Tað er ymiskt hvussu vit fara við spælarum. Kanska eg skal taka hárturkaran fram? Eg havi ein hárturkara, men eg havi hann bara til egna nýtslu. Hetta segði Ole Gunnar Solskjær á tíðindafundi á Old Trafford í Manchester ígjár á fyrsta almenna tíðindafundinum hjá honum í fyribils starvinum sum høvuðsvenjari hjá Manchester United. "Hárturkarin" er ein tilsipan til Sir Alex Ferguson, ið var høvuðsvenjari hjá Manchester United millum 1986 og 2013.
Um stóru fronsku stjørnuna, Paul Pogba sum José Mourinho ikki kláraði so væl upp við segði Ole Gunnar Solskjær: - Hann er ein HM-vinnari, og hann er ein góður drongur. Eg vandi hann tá hann var blaðungur. Tá var hann altíð glaður og væl nøgdur. Hann hevur ikki broytt persónsmensku síðani tá. Hann er ein betri spælari nú. Hann er ein av teimum, har eg ætli at fáa tað besta fram. Eg havi so nógvar dygdarspælarar, har eg ætli mær fáa tað besta fram. Pogba er ikki øðrvísi enn aðrir tá tað kemur til stykkis, segði Ole Gunnar Solskjær.
Ole Gunnar Solskjær gjørdi greitt á tíðindafundinum, at hann ynskti ikki at síggja ov nógv tvætl á teimum sosialu miðlunum frá spælarunum hjá Manchester United: - Vit tosa um hvat vit skulu vænta, og hvussu støðið hjá okkum skal verða á og uttanfyri vøllin. Givið er, at ein fyrireikar seg áðrenn ein dyst. Eg líti á, at spælararnir vita hvat teir skulu gera fyri at hjálpa liðnum. Alt verður gjørt fyri at hjálpa liðnum. Heimurin hevur broytt seg nógv, og eg eri ikki sjálvur so innaliga tá tað kemur til sosialu miðlarnar. Eg havi tosað við spælararnar um hetta evnið. Vit hava saman eitt mál um, at tað skal eydnast hjá okkum at taka okkum fram. Hetta fara vit at gera tað sum eitt lið, segði Ole Gunnar Solskjær.
Klokkan 17.30 í dag spælir Manchester United á útivølli ímóti Cardiff.
HERber til at hoyra tað sum United-fjeppararnir: Símun Samuelsen, Jákup á Borg, Árni Gregersen og Petur Asbjørn Lervig høvdu at siga um venjaraskiftið í fótbóltspanelinum á FM1 ígjár. Teir eru varnir optimistar, men eingin av teimum væntar nakað undur. Men allir hava eina vón um, at United fer at spæla meira áskoðara- og hyggjaravinarligan fótbólt hetta hálva árið Ole Gunnar Solskjær verður høvuðsvenjari.