Leiðslan í Manchester United var í gjárkvøldið kallað saman til eykafund, eftir at felagið hevði tapt 1-4 ímóti Watford. Fleiri bretskir miðlar skriva í nátt, at nevndin hevur gjørt av at siga upp sáttmálan við venjaran Ole Gunnar Solskjær. - Foto: Ian KINGTON/AFP/Ritzau Scanpix

Solskjær fingið sekkin sum venjari hjá Manchester United

Á nevndarfundi í gjár hevur Manchester United gjørt av at enda sáttmálan við Solskjær, skriva miðlar

Leiðslan í Manchester United var í gjárkvøldið kallað saman til eykafund, eftir at felagið hevði tapt 1-4 ímóti Watford. Fleiri bretskir miðlar skriva í nátt, at nevndin hevur gjørt av at siga upp sáttmálan við venjaran Ole Gunnar Solskjær. - Foto: Ian KINGTON/AFP/Ritzau Scanpix

Sambært fleiri bretskum miðlum hevur leiðslan í Manchester United á bráðfundi í gjárkvøldið gjørt av at siga upp sáttmálan við Ole Gunnar Solskjær.

Tað skriva bløðini The Guardian, The Times og Manchester Evening News. Tíðindini eru tó hvørki váttað av felagnum ella Ole Gunnar Solskjær sjálvum.

Nevndin varð kallað saman til eykafund í gjárkvøldið, efrtir at liðið hjá Solskjær hevði tapt Premier League-dystin ímóti Watford 1-4.

Fyrrverandi toppliðið hevur havt ein a keðiliga kós seinastu tíðina við tapum á heimavølli eitt nú ímóti erkafíggindunum sum Liverpool og Manchester City, og tað hevur økt trýstið á tann 48 ára gamla Solskjær, sum hevur havt starvið sum venjari síðani síðst í 2018.

Manchester United hevur tapt fimm av seinastu sjey dystunum í Premier League, og eftir 12 dystir í kappingini er liðið 12 stig aftan fyri Chelsea á fremsta plássi.

Sammbært teimum trimum miðlum ætlar Manchester United at almannakunngera avgerðina, tá partarnir eru samdir um treytirnar fyri at siga upp sáttmálan við Solskjær fyri tíð.

The Times skrivar, at felagið metir, at tað fer at kosta 7,5 milliónir pund. Tað vil siga 66,5 milliónir krónur.

Harðar atfinningar hava verið móti Ole Gunnar Solskjær seinastu tíðina frá viðhaldsfólki og miðlum, men hann hevur lagt dent á, at hann fer at megna at fáa felagið á røttu kós aftur.

– Eg trúgvi altíð upp á meg sjálvan. Sjálvandi er tað trupul t hjá okkum júst nú, segði norðmaðurin eftir eyðmýkjandi tapið ímóti Watford.

Men hann viðgekk eisini, at fyrsti hálvleikur, tá Watford legði seg á odda 2-0, var »tann ringast, vit hava spælt«.

Ole Gunnar Solskjær hevur áður megnað at staðið  ímóti atfinningum í síni tíð sum venjari, men eftir stór keyp upp til hetta kappingarárið sum Jadon Sancho, Raphaël Varane og Cristiano Ronaldo varð vónað, at Manchester Unitet aftur fór at spæla um meistaraheitið.

Felagið vann seinasta Premier League í 2013 við legendariska venjaranum Alex Ferguson við róðrið.

Í tey umleið trý árini Ole Gunnar Solskjær hevur verið venjari er ikki eydnast Manchester United at vinna nakað steyp.

Sambært blaðnum Manchester Evening News er ætlanin hjá nevndini at seta fyrrverandi leikaran Darren Fletcher sum fyribilsvenjara. Fletcher er í løtuni tekniskur stjóri í felagnum.

/ritzau/