Sammett við tað, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við, er hetta kappingarárið kiksað hjá HB, ið av teimum flestu varð roknað at vera størsti FM favoritturin.
Burtursæð frá totalt kiksaða 2011 er úrtøkan hjá HB í 2015 tann soltnasta í 24 umførum, síðani kappingin í 2005 varð víðkað úr 18 og til 27 umfør. Kortini er tað framvegis upp til HB at gera av, um europeiskur fótbóltur eisini verður á dagsskrá í 2016.
Fleiri ferðir seinastu vikurnar hava europeisku atgongumerkini hingið í klønum tráði, men nú eru tey tætt undir borðinum. Tað er meiri enn góðtikin úrtøka, tá ið havt verður í huga, hvussu gongdin annars hevur verið.
Tríggir HB spælarar eru langtíðarskaddir: Pál Mohr Joensen, Arnbjørn Hansen og Andrew av Fløtum.
Hjá EB/Streymi er dagsskráin at siga bestu deildini farvæl upp so sannførandi, sum tað á nakran hátt ber til. Sunnudagin eydnaðist tað at vinna 2-1 á heimavølli ímóti Víkingi. Tann sigurin er góður íblástur hjá ungu monnunum og Eliesari Olsen, sum næsta ár fara at stríðast fyri at spæla seg upp aftur í bestu deildina.
Tóki Johannesen og Ólavur H. Eidesgaard eru skaddir, og Árni G. Olsen er tøkur aftur eftir leikbann.
HB: EB/Streymur (h), Víkingur (ú) og FC Suðuroy (h).
EB/Streymur: HB (ú), TB (h) og KÍ (ú).