Fýra av føroyingafeløgunum í Noregi hava spælt í dag, men úrtøkan gjørdist einans tvey stig tilsamans. Brann og Aalesund eru tó framvegis ósigraði í landskappingini í ár.
Í Bergen tók Brann ímóti Haugesund, sum hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið. Liðið frá Vestlandinum lá á triðja plássið undan dystinum.
Haugesund legði seg eisini á odda 1-0, tá Christian Grindheim skoraði í 54. minutti. Eitt korter seinni javnaði Kristoffer Barmen tó til 1-1, sum gjørdist endaliga støðan. Gilli Rólantsson spældi allan dystin á vinstra bakki.
Brann varðveitir oddasessin í deildini við 26 stigum eftir 10 dystir. Rosenborg er nummar tvey við 21 stig, Ranheim nummar trý við 20 stigum og Haugesund nummar fýra við 18 stigum.
Í næstbestu deildini tók Aalesund ímóti Strømmen. Útiliðið legði seg á odda tíðliga í dystinum, men áðrenn hálvleik hevði Aalesund skora tvær ferðir og vent dystinum. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Strømmen tó til 2-2, sum gjørdist endaliga støðan. Sonni Ragnar Nattestad spældi allan dystin fyri Aalesund.
Ári Mohr Jónsson og Sandnes Ulf hava eisini fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið, men í grannauppgerðini móti Viking úr Stavanger gjørdist tíðliga greitt, at í dag gjørdist lítið. Longu tá eitt korter var farið av dystinum var støðan 3-0 til Viking, og í hálvleikinum var støðan 4-0. Í seinna hálvleiki klóraði Sandnes Ulf seg upp á støðuna 4-2, men í 72. minutti skoraði Tommy Høiland sítt triðja mál til endaligu støðuna 5-2. Ári Mohr Jónsson spældi allan dystin.
Seinasta føroyingafelagið í næstbestu norsku deildini er Florø hjá Patriki Johannesen, sum hevur fingið eina heldur tunga byrjan. Í dag bragdaði heldur ikki, tá felagið tapti 2-0 á heimavølli móti Nest-Sotra. Úrslitið ber við sær, at Florø nú liggur aftast í Obos-liguni við fimm stigum frá teimum fyrstu átta dystunum. Patrik Johannesen er framvegis skaddur.
Aalesund liggur á odda við 20 stigum, Viking hevur 19 og Ull/Kisa og Sandnes hava 15 stig á triðja og fjórða plássi.