Sólvit small um á sjónvarpaðum valfundi í Lívdini

– Júst hví hesi herðindi onkuntíð koma á meg, er ilt at siga, sigur Sólvit Nolsøe

– Men útfrá tí meistarligu røkt eg fekk úti á Landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið, so finna tey nokk eisini at enda útav, hví holdið onkuntíð knockoutar meg.

 

Soleiðis skrivar fyrrverandi landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum, sum nú er valevni hjá Framsókn, á Facebook eftir hendingina í Lívdini í gjárkvølidið, har hann small um.

 

– Fyrst stóð eg har, so stóð Ruth har... skrivar Sólvit Nolsø og heldur fram:

 

Ein heldur margháttlig støða tók seg upp á valfundinum í Lívdini í gjár. Fyri tey, ið hugdu í sjónvarpinum, stóð eg á pallinum eina løtu, og tá myndin kom aftur okkara veg, stóð Ruth Vang har.

 

Tey, ið ómakaðu sær at koma í Lívdina, sóu, at nakað annað var á vási og tað er nokk gingið upp fyri teimum flestu eisini, um boðklivin og telefonlistin hjá mær er útgangsstøðið, tí har flýtur yvir av boðum.

 

Tað stutta av tí langa er, at eg kundi velja millum at koppa á pallinum ella í túninum, og eg valdi at fara út í tún.

 

Júst hví hesi herðindi onkuntíð koma á meg, er ilt at siga, men útfrá tí meistarligu røkt eg fekk úti á Landssjúkrahúsinum í gjárkvøldið, so finna tey nokk eisini at enda útav, hví holdið onkuntíð knockoutar meg.

 

Mann kann eisini fegnast um, at nógv góð fólk bjóða seg til í politikki, tí tey manglaðu ikki í túninum í Lívdini í gjár – og eingin teirra spurdi um politiskan lit, men tey vórðu øll samverjar, heldur enn prestar ella Levitar.

 

Nú fer mann so í gongd aftur. Hóast alt skal tað rekast og veljarar sannførast.