Somalisku sjórænararnir gera

Hóast herskip úr fleiri londum eru á leiðini, kundu tey ikki forða somaliskum sjórænarum at ræna eitt fullfermt oljutangaskip

Higartil hava teir somalisku sjórænararnir rænt handils­skip úti fyri somalisku strond­ini, men tilburðurin við tí saudiarabiska olju­tanga­­skipinum vísir, at tey fremmandu handilsskipini kunnu heldur ikki kenna seg trygg úti fyri kenyansku strondini.

Men tilburðurin vísir eis­ini, at tað er neyðugt at finna eina loysn á tí 17 ára langa krígnum í Somalia, siga serfrøðingar. Tí uttan eina friðarliga og varandi loysn uppi á landi verður tað at kalla ógjørligt at steðga sjórænarunum, sigur Somalia-serfrøðingur­in Roger Middleton á Chatham House í London við Reuters.

Tað risastóra olju­tanga­skipið bleiv rænt úti fyri kenyansku strondini fyrra­dagin. Hetta er tann størsti fongurin hjá teimum somal­isku sjórænarunum higartil, og harafturat hava teir ong­antíð rænt eitt skip so langt úr somalisku strondini sum hesaferð. Longu í gjár bleiv eitt skip rænt afturat. Hesa­ferð var tað eitt kinesiskt skip, sum var á veg til Iran við korni.

-Tað er heilt greitt, at sjó­rænararnir eru farnir at gera meiri um seg, og sum er hava vit ikki nóg mikið av herskipum har til at halda eftirlit við øllum økinum. Eftir mínum tykki ber tað heldur ikki til at loysa málið við hermegi, sigur Roger Middleton við Reuters.

Sigldu framvið

Bæði NATO, ES og USA hava sent herskip til leið­irnar at verja handilsskipini, sum sigla tann vegin, men mánadagin sigldu sjó­ræn­ararnir fram við her­skip­un­um og rændu tað saudi­arabiska tangaskipið úti fyri kenyansku strondini. Í gjár komu so boð um, at skipið lá fyri akkeri uttan fyri somaliska havnarbýin Haradhere, sum er norðan fyri høvuðsstaðin Moga­dishu.

Teir somalisku sjórænar­arnir eru væl vápnaðir, og teir hava nógvar skjótt­gang­andi bátar. Vanliga manna­gongdin er, at teir leggja upp á báðar síðurnar á handils­skipunum. Síðani skjóta teir ávaringarskot oman fyri brúnna, stundum við rakettum, fyri at ræða skiparan frá at royna at sleppa til rýmingar.

Teir flestu serfrøðingarnir eru á einum máli um, at tað ber ikki til at steðga sjó­ræn­ar­unum, so leingi lógloysi valdar uppi á landi í Soma­lia. Tað hevur eisini víst seg, at fleiri bólkar í Soma­lia vilja hava ágóða av sjó­rænaravirkseminum, sum hevur givið nógvar milli­ónir dollarar í loysi­gjøld­um.