Somu rættindi innan fyri ríkisfelagsskapin

Jóannes Eidesgaard fegnast um, at fyrst løgmaður og nú eisini Høgni Hoydal tosa um, at neyðugt er at fáa eina so breiða semju sum møguligt, áðrenn farið verður til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðu Føroya, men hann vísir á, at Javnaðarflokkurin heldur tað bera til at náa somu ríkisrættarligu viðurskifti innan fyri ríkisfelagsskapin

? Tað er at fegnast um, at Høgni Hoydal nú eisini er farin at tosa um, at neyðugt er við breiðari semju áðrenn farið verður til Danmarkar at samráðast um ríkisrættarligu støðu Føroya. Men roknar Høgni Hoydal við, at Javnaðarflokkurin skal sleppa kravinum um, at loysin skal vera innanfyri ríkisfelagsskapin, verður hetta av ongum.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, vísir á, at Javnaðarflokkurin leingi hevur verið áhugaður í einum breiðum samstarvi millum føroysku flokkarnar um broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Tískil vil hann eisini fegin samstarva við verandi samgongu um júst hetta mál, um hon ynskir tað. Men so má Tjóðveldisflokkurin virða sjónarmiðini hjá hinum flokkunum.


Ikki togast

eftir hárinum

? Høgni Hoydal hevur í seinastuni ørkymlað veljaran almikið. Viðhvørt hevur hann givið greiðar ábendingar um, at hann heldur sjálvsstýrispolitikkin hjá Javnaðarflokkinum liggja heilt tætt tí hjá Tjóðveldisflokkinum, men í nærum sama viðfangi vísir hann á, at hann er so rúkandi ósamdur við politikkinum hjá Javnaðarflokkinum.

Jóannes Eidesgaard er púra samdur við Høgna Hoydal í, at politikkurin hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum liggja ógvuliga tætt at hvørjum ørðrum. Men Javnaðarflokkurin er sannførdur um, at tað ber til at fáa allar teir neyðugu myndugleikarnar, Tjóðveldisflokkurin ynskir, innanfyri ríkisfelagsskapin. Hann heldur ikki grundgevingarnar í Hvítubók fyri, at loysing er einasta loysin, vera rættar. Tvørturímóti heldur Jóannes Eidesgaard tað bera til hjá Høgna Hoydal at fáa sína flaggstong nummar 189 uttan fyri ST høvuðsborgina í New York uttan at loysa frá Danmark.

? Vil Tjóðveldisflokkurin hava eina semju við Javnaðarflokkin, má hann gera sær greitt, at hann ikki kann draga Javnaðarflokkin eftir hárinum, so tað er hann, ið ger av, hvat Javnaðarflokkurin meinar. Jóannes Eidesgaard ger greitt, at tað er eitt mark fyri, hvussu langt tað ber til at fara. Hann sigur, at Tjóðveldisflokkurin og Høgni Hoydal mugu skilja, at skal ein semja finnast við Javnaðarflokkin, so mugu báðir partar semjast um eina loysn.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum ásannar, at tað í veruleikanum eru grundsjónarmiðiðni hjá viðvíkjandi fullveldismálinum, ið skilja Javnaðarflokkin frá samgonguni. Samgongan vil nevniliga skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki uttan fyri ríkisfelagsskapin, meðan Javnaðarflokkurin heldur tað bera til at náa somu rættindi innan fyri ríkisfelagsskapin.

Tískil sær Jóannes Eidesgaard ikki møguleika fyri einari semju millum samgonguna og Javnaðarflokkin, fyrr enn samgongan er sinnað at sleppa kravinum um fullkomna loysing frá Danmark.


Samgonguridl

Í seinastu viku vóru fleiri ábendingar um, at allir samgongulimirnir ikki eru so heilt samdir um fullveldisætlanina. Millum annað skírdi fíggjarnevndarformaðurin, Bjarni Djuurholm, fullveldisætlanina at vera so mikið bjartskygda, at sigast kann, at vit liva í eini dreymaverð. Hann gjørdi greitt, at eftir hansara tykki er als einki samsvar millum førda fíggjarpolitikkin og fullveldisætlanina.

Leygardagin svaraði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, aftur. Hann legði Bjarna Djurholm undir at hava trongd til at markera seg við negativum hugsanum, og harafturat skírdi hann Bjarna Djurholm at vera sambandsmann, sum ræðist fullveldi.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum og forsprákari fyri fullveldislætlanini, heldur ikki, at talan er um trupulleikar í samgonguni, men heldur um ein innanhýsis trupulleika í Fólkaflokkinum. Og tískil er hann als ikki bangin fyri, at Fólkaflokkurin fer at leypa frá fullveldisætlanini.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur seg to leingi hava havt varhugan av, at alt ikki gongst so væl í samgonguni. Hetta heldur hann semjusøkjandi politikkin hjá løgmanni og Høgna Hoydal geva greið boð um.

Men Jóannes Eidesgaard heldur løtuna vera ta røttu at gera broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya, og tí er hann eisini sinnaður at finna eina semju um, hvørjar broytingarnar skulu vera. Hann ger tó einaferð enn greitt, at Javnaðarflokkurin ikki víkir frá kravinum um, at vit skulu varveita ríkisfelagsskapin.


Søgulig løta

? Eingin ivi er um, at løtan beint nú, er ein ógvuliga søgulig løta. Tað er jú heilt greitt, at vit um ikki so langa tíð fáa broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Hesar broytingar eru flest allir danskir eins og føroyskir politikkarar sinnaðir at gera. Men, sum vit í seinastuni hava hoyrt, ynskja allir danskir flokkar eina skipan, har Føroyar verða verandi partur av ríkinum.

Tó er Jóannes Eidesgaard sannførdur um, at føroyingar fáa tær broytingar í ríkisrættarligu støðuni, teir ynskja, tá farið verður til Danmarkar at samráðast. Men hann ivast tó í, um vit fáa eina eins langa skiftistíð, sum samgongan ynskir, verður loysnin fullkomið fullveldi.

Júst í sambandi við útsagnir frá donskum politikkarum um skiftistíðina og fullveldisætlanina sum heild, hevur Jóannes Eidesgaard fingið skotið í skógvarnar, at hann gongur og lýður donskum politikkarum í oyrað, hvat teir skulu siga. Men hetta heldur hann vera at geva honum eginleikar, hann ikki hevur.

? Eg havi kunnað danska Javnaðarflokkin um, hvat gongur fyri seg í føroyskum politikki í løtuni. Men at trúgva uppá, at eg til dømis kann leggja Anders Fog Rasmussen orð í munnin, er at geva mær serligar eginleikar, ið eg ikki havi.

Jóannes Eidesgaard vísir enn einaferð á, at løtan er tann rætta at gera broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya. Hann er eisini vísur í, at broytingar fara at henda, men veit tó ikki hvørjar.

Í hesum sambandi sigur hann seg vera púra samdan við Óla Breckmann í, at tað er ein vanlukka fyri føroyska samfelagið, um viðurskiftini ikki fást í rættlag á hesum sinni.