Sonevnd ruðuleikalist seld fyri stóra upphædd

Í dag bleiv partvíst makuleraður málningur eftir heimskenda Banksy seldur fyri meira enn 160 milliónir krónur.

 

Tað serstaka við verkinum er, at í somu løtu sum tað varð selt á uppboðssølu í Sotheby’s í London í 2018, fór ein sjálvirkandi skipan í gongd, sum partvís makuleraði verkið, og hevði hetta við sær ruðuleikakendar løtur.

 

Prísurin fyri partvís eyðilagda verkið var 12 milliónir krónur.

 

Nú hevur verkið hjá Banksy, Girl With Baloon, aftur verið undir hamaranum. Væntað varð, at tað fór fyri einar 50 millónir krónur. Verkið hevur seinni fingið navnið Love is in the Bin. Kærleikin er í ruskspannini.

 

Verkið er enn í rammu, partvís makulerað, og skuldi í dag hava nýggjan eigara.

 

Verkið bleiv í dag selt fyri 163 milliónir krónur.

 

Banksy hevur í síni tíð sum listafólk havt eitt sindur av dulspeki, mystikki, kring seg. Til dømis veit ongin hvør listafólki í veruleikanum er. Banksy er kendur ella kend  fyri grafittiverk á mongum kendum bygningum kring heimin.