Songrøddin svarar aftur!

- Bogi Andreasen má síggja skrivið sum konstruktivan kritikk, sigur Mark Joensen millum annað í aftursvari - Eg haldi, at reaktiónin hjá Boga Andreasen er ógreið. Eg havi ongantíð ætlað mær at niðra nakran persónliga, ella tað arbeiðið sum stovnarnir gera fyri at menna tónleikin, sigur Mark Joensen í aftursvari til Boga Andreasen

 

- Eg havi sagt, at tey ungu skulu hava veruligar avbjóðingar. Og lopfjølin beinleiðis inn á yrkispallin, er ikki av kvøldskúlanum, ella við royndunum tónleikararnir nema sær hjá Boga í Margarinfabrikkini, men av avbjóðingarríkum tiltøkum, sum Prix Føroyar og Ársins Songrødd, sigur Mark

 

Eg havi onga tráan eftir at hevja Ársins Songrødd yvir nakað sum er tónleikavinnuni at frama. Mítt aðalmál er júst at menna og skapa trivnað fyri tey ungu. Ársins Songrødd, hvørs endamál er at virka fyri teimum ungu, eigur at fáa rásarúm í Tórshavnar Kommunu eins og aðrastaðni í landinum. Ungdómurin má fáa avbjóðingar fyri at kunna mennast tónlistaliga. Hetta er sostatt essensurin í skrivinum, tá ið eg vísi til Prix Føroyar og Ársins Songrødd. Tað er ikki fyri at greiða frá hvønn Ársins Songrødd hevur uppfostrað.

 

Víðari sigur hann:

At eg skal vera ?óvitandi um tónleikaviðurskiftini í Føroyum? kann Bogi Andreasen hava rætt í, tað skal eg ikki døma um, uttan at vita hvat hann sipar til.

Leiðarin í Margarinfabrikkini skal síggja skrivið sum konstruktivan kritikk, tí tað snýr seg bert um at lata allar dyr upp fyri tónleikinum, eisini í Høllini á Hálsi og tað frøir meg at hoyra, at Heðin Mortensen longu nú hevur fingið greiðu á málinum, so vit sleppa inn har aftur.