Sonja: Eg gleði meg til vit fara at gifta okkum

Tað er einki at ivast í, at vit fara at brúka hesi borgarligu rættindi

Sjálv hevur Sonja Jógvansdóttir verið í parlagi við Annlis Bjarkhamar í 11 ár, og hon væntar, at tær fara at giftast einaferð í heyst.

–Tað er einki at ivast í, at vit fara at brúka hesi borgarligu rættindi, vit hava fingið, sigur Sonja Jógvansdóttir við Sosialin. Tó leggur hon afturat, at enn er ongin dagur settur av til brúðleyp.

Tað er ikki umráðandi fyri Sonju Jógvansdóttir, at hon og unnustan eru millum tey fyrstu samkyndu pørini, sum vígd verða í Føroum. Hetta heldur hon hevur minni týdning. 

– Tað hevur størri týdning, at tað verður gott, sigur Sonja Jógvansdóttir.

A Facebook vanga sínum í dag, sigur Sonja Jógvansdóttir, at hon er rørd, glað og takksom, og at hon gleðir seg til at gifta seg við Annlis Bjarkhamar.

-Eg vil við eyðmýkt siga takk. Takk til løgtingsfólk, sum javnsettu okkum í lóggávu. Takk til allar LGBT’arar, sum hava víst dirvi og víst andlit. Takk til øll tykkum, sum hava gingið saman við okkum seinastu árini á Pride. Takk til tykkum, sum taka lut í kjaki og verja borg í samfelagnum og á sosialum miðlunum. Og takk Annlis fyri altíð at síggja tað ljósa og góða í øllum, eg elski teg og gleði meg til, at vit fara at gifta okkum, sigur hon.

- Eg havi seinastu 15 árini arbeitt fyri rættindum hjá samkyndum, og hetta er ein stórur sigur fyri øll, sum vilja einar litfagrar og rúmligar Føroyar. Við góðum treysti fari eg at stríðast víðari, tí VIÐ LOVE SKULU VIT LAND BYGGJA, skrivar hon á vanga sínum.