Sonja fær sítt

Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir verður lagt fram aftur og samtykt fyri jól

Lógaruppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu, um rættin at draga fakfelagsgjøld frá í skatti, verður lagt fram fyri tingið aftur, møguliga longu í dag.

 

Tað tykist greitt frá prátinum í tinghúsinum í dag.

 

Rumbul bleiv í gjár, tá uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir fall undir aðru viðgerð. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni bleiv 16-16.

 

Sonja Jógvansdóttir var í øðini og boðaði frá, at tað var greitt, at man ikki kundi gera avtalur við løgmann, tí hann megnaði ikki at halda tær, sum hon segði í Degi og Viku í gjárkvøldið. Hon spældi tó bóltin yvir til løgmann og bað hann finna eina loysn.

 

Nú er líkt til, at tey hava samrátt seg fram til eina loysn.

 

Eftir øllum at døma verður uppskotið lagt fram í dag, soleiðis at tað kann fáa fyrstu viðgerð fríggjadagin og síðani aðru og triðju viðgerð í næstu viku.

 

Páll á Reynatúgvu segði annars við løgtingsfólk so seint sum í gjár, at hann ætlaði at tingið skuldi fara í jólafrí fríggjadagin. Tí fekk fíggjarnevndin eisini boð um at koma við sínum áliti í dag.

 

Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð. Nú verður prátað um, at onnnur viðgerð av fíggjarlógini ikki verður fyrr enn mánadagin og triðja viðgerð seinni í næstu viku.

 

Hetta gevur samgonguni tíð til at viðgera uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir og fáa tað samtykt, uttan at skula víkja frá tíðarfreistum. 

 

Skuldi løgtingið víkt frá tíðarfreistum, hevði tað kravt 20 atkvøður, og tað hevur hendan samgongan fyrr víst seg at hava torført við at fáa til vega.