Sonja: Tað er gott, tað er neyðugt og tað er uppá tíðina

og eg ætli mær at brúka hendan møguleikan!

-Hetta er ein ótrúliga stórur dagur fyri okkum samkyndu og fyri Føroyar sum heild. Nú hava vit endiliga flutt okkum framá og endaliga gjørt upp við tað órættvísi, sum hevur verið á hesum økinum, sigur Sonja Jógvansdóttir við Rás2 í dag.

 

 

-Kirkjan má ráða sær sjálvari. Tað haldi eg ikki at vit skulu blanda okkum uppí, sigur hon til viðmerking um, at biskupur nú sigur, at kirkjan ikki longur fer at signa borgarlig vígd - hvørki hinskynd ella samkynd. 

 

 

-Tað føroyska samfelagið er nógv meir rúmligt enn kjakið í løgtinginum ber boð um. Á ein ella annan hátt kann man nú siga, at lógarverkið og samfelagið er harmoniserað. Tað er gott, tað er neyðugt og tað er uppá tíðina, leggur hon afturat.

 

 

Tryst á pílin á myndini fyri at hoyra samrøðuna við Sonju Jógvansdóttir á Rás2 í dag og hoyr hvat hon sigur um, nær hon og unnustan ætla at gifta seg.