Newcastle hevur fingið eina serstakliga ringa byrjan upp á kappingarárið, og hóast liðið ikki spældi um vikuskiftið gjørdist kappingarárið enn verri.
Liðið hevur ikki vunnið nakran av fyrstu átta dystunum hetta kappingarárið, og tað byrjar at síggja svart út í norðuronglandi. Og í gjárkvøldið fór at álvara at skýma, myndaliga talað, tá málverjin hjá liðnum, Tim Krul, í dysti fyri Holland, mátti berast av vølli við skaða.
Móti endanum av dystinum móti Kasakstan lendi málverjin heldur óheppið og nú sigst, at hann hevur slitið fremru krossbondini í knænum. Newcastle hevur váttað, at málverjin ikki verður at síggja á vøllinum aftur hetta kappingarárið.
Tað, sum verri er fyri Newcastle er, at eykamálverjin Karl Darlow eisini er skaddur, og tí hevur felagið afturkallað 18 ára gamla málverjan Freddie Woodman, ið annars var leigaður út til Crawley Town, ið spælir ið fjórðbestu ensku deildini.
Harumframt er triðjimálverjin, Rob Elliot tøkur. Hann hevur tó einans vart málið í 16 dystum, síðani hann kom til felagið í 2011.
Sambært ensku heimasíðuni Physioroom.com hevur Newcastle 13 skaddar spælarar í løtuni.