Tey 19 børnini í Reynsstovu hava síðan desembur mánað teknað, málað og klipt listaverk í hópatali. Endabresturin á verkætlanini er í hesu vikuni, har listaverkini hjá børnunum verða sýnd fram í barnagarðinum.
Endamálið við verkætlanini er við skapandi virksemi at geva børnunum avbjóðingar og góða barlast við m.a. at menna hugflog, skapandi evni, sansir og rørslulæru.
- Børnini hava lært at greiða frá kenslum og hugsanum. Í mestan mun hava tey málað seg sjálvan og familjuna hjá sær. Tá tey málaðu seg, hugdu tey samstundis í spegil fyri at síggja, hvussu tey veruliga síggja út. Síðan lærdu tey, hvussu litirnir á klæðunum eita og at blanda røttu litirnar úr grundlitunum, sigur Malan Egilsson, ið dagliga arbeiðir í Reynsstovu.
Tá børnini royndu at blanda litirnar saman, vóru viðmerkingarnar m.a.: Waw, hetta er akkurát sum gandur og Vit eru øll ymisk, men soleiðis síggi eg út.
Í samband við verkætlanina hava børnini verið í Listaskálanum og sæð framsýningina hjá Mikines. Á henda hátt hava tey somuleiðis fingið eina fatan av, hvat myndlist veruliga er.
Í Reynsstovu lata starvsfólkini væl at verkætlanini, og børnini hava verið stak tolin og samstarvsfús:
- Eini 10 aðrar barnagarðsstovur hava eisini verið og vitjað framsýningina. Og tá hava børnini sæð, at teirra listaverk eisini hava týdning og virðing fyri onnur, og hesum eru Reynsstovubørnini sera errin og bergtikin av.
Fríggjadagin í seinastu viku høvdu børnini eina fernisering við pinnamati, víngløsum við súreplavíni o.ø., har familja, systkin, ommur og abbar komu og keyptu nøkur listaverk. Pengarnir, ið komu inn, fara børnini í næstum at brúka í býnum, tá tey fara út at eta og bowla:
- Vit hava ikki talt pengarnar enn, men hava fingið nóg mikið, leggur Malan Erlingsson at enda afturat.