Sonne Smith eigur óivað eina av kendastu útvarpsrøddum í landinum, og hann hevur fingist nógv við tónleik, sum eitt nú vertur í tónleikasendingum.
- Sonne Smith er føddur í Vági ólavsøkudag í 1946. Hann tók hægri handilsprógv í Odense í 1968 og journalistprógv á Danmarks Journalisthøjslole í 1977. Høvuðsgrein hansara á journalistháskúlanum var heimspolitikkur, og var hetta seinni støði undir sendingum, sum hann gjørdi saman við Hans Holm.
Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at Sonne var ein teirra, ið legði lunnar undir sendingar við popptónleiki í Útvarpi Føroya. Hetta var longu í 1968, og hann var við til at byrja sendingina 15 Tær Bestu, sum var á skrá í mong, mong ár.
- Sonne hevur drúgva yrkisleið sum journalistur í útvarpi og á bløðum. Á yngri árum var hann arbeiðsmaður, fiskimaður, krambakallur og skrivstovumaður. Hann hevur spælt við í fleiri sjónleikum sum áhugaleikari, og hann hevur skrivað bøkur, eitt nú bókina um frítíðarfelagið Kaggan, sum hann var við til at seta á stovn í 1969.
Sonne Smith er sonur listamannin, William Smith og kenda listakvinnan, Ruth Smith, var soleiðis fastir hansara. Eftir mong ár í Havn, býr hann nú á Tvøroyri.
Hesir bólkar eru frammanundan kunngjørdir: Hanus G Johansen, Section, Hjalmar og Dagfinn við bólki, Starlight, Marius, Herborg Torkilsdóttir og Deiggj.