Sonni fær møguleikan at sannføra

- Ole Gunnar Solskjær er tað slagið av venjara, sum dámar at lata ungar spælarar royna seg, sigur formaðurin í fjepparafelagnum hjá Molde FK.

Svein-Erik Jenset, formaður í fjepparafelagnum hjá Molde FK, sigur, at keypið av Sonna Ragnar Nattestad kom óvart á hann.

- Vit hava ikki hoyrt nakrar søgur um hesa spælaraflytingina. Samstundis er hetta ein spælari, sum vit ikki kenna so væl, hóast onkur okkara minnast navnið frá tíð hansara í FC Midtjylland.

 

Les eisini Solskjær keypti Sonna

 

- Vit eru heilt víst spent upp á hetta og gleða okkum at síggja, hvat hann hevur at bjóða og hvussu hann passar inn í felagið, sigur Svein-Erik Jenset.

 

Líkt er til, at Molde FK missir annan av føstu miðverjunum, við tað at Vegard Forren og felagið ikki megna at semjast um ein nýggjan sáttmála.

- Vit vóna ikki, at vit missa hann, men tað er okkurt, sum bendir á, at hann er á veg avstað. Harumframt verður annar vinstribakkurin allarhelst seldur eisini, sigur hann.

 

Les eisini Mínar taklingar eru awesome

 

Hann sigur, at í verandi støðu er ringt at siga, um Sonni Ragnar Nattestad kann vænta sær spælitíð.

- Tað velst um, hvat hendir við spælarum okkara. Um vit varðveita Vegard Forren, Ruben Gabrielsen og Joona Toivio, so hava vit tríggjar klassaspælarar, sum vit kenna væl og sum kenna skipanina. So verður verri hjá honum at spæla seg inn á liðið. Men vit missa jú ein vinstrabakk og í fjør høvdu vit stórar trupulleikar við skaðum, so hann fær allarhelst møguleikan kortini, sigur Svein-Erik Jenset.

 

- Ole Gunnar Solskjær er tað slagið av venjara, sum dámar at lata ungar spælarar royna seg. Hann fer tí at fáa møguleikan at sannføra liðfelagar, venjarar og fjepparar um síni evni. Um hann møtir til venjing og vísir, at hann meinar hetta í álvara, at hann satsar upp á hetta og at hann er ein góður spælari, sum gevur alt, so er eingin orsøk til, at hann ikki skal megna at bróta ígjøgnum, sigur hann.

 

Í ár endaði Molde FK á fimta plássi og í fjør á sætta plássi. Annars hevur felagið vunnið norska meistaraheitið tríggjar ferðir síðani 2011, í 2011, 2012 og 2014. Í fjør stóð felagið seg sera væl í bólkaspælinum í Europa League. Felagið vann bólkin, framman fyri Fenerbahce, Ajax og Celtic. Sevilla, sum hevur vunnið Europa League trý ár á rað, gjørdist ein ov stórur gloypibiti.

 

- Leiðslan hevur gjørt heilt greitt, at úrslitið í ár og í fjørt ikki hevur verið nóg gott, Europa League ævintýrið undantikið. Teir siga, at teir vilja lyfta felagið í oddastríðið aftur, so tí vóna vit, at teir fara at seta handling aftan fyri orðini, sigur Svein-Erik Jenset.