Tá ið H71 og Neistin sunnukvøldið spældu javnleik, vóru nógvar avgerandi støður, ið gjørdu at liðini máttu býta stigini millum sín. Seinastu løtuna tók Neistin fýramálsleiðsluna hjá H71 aftur, ið einum tíðarskeiði har H71 fekk fýra leikarar útvístar.
Les eisini: H71 og Neistin spældu enn ein dramatiskan javnleik
Eftir dystin var venjarin hjá H71, Sonni Larsen, sera ónøgdur við dømingina í samrøðu við FM1. Eitt samdøgur eftir dystin er venjarin nakað sissaður, og greiðir fyri In.fo frá, at hann helst leyp framav í samrøðuni eftir dystin.
Hoyr samrøðuna við at trýsta her.
- Eg eri keddur av at eg segði at støðið hjá dómarunum var 'elendigt', tí eg haldi at teir eru góðir dómarar, sigur Sonni Larsen.
Venjarin vísur á, at hondbóltur er eitt spæl við nógvum kenslum, og hetta gjørdi at venjarin tók soleiðis til eftir dystin, tá ið sinnið var nakað uppøst.
Framvegis ónøgdur
Sonni Larsen er tó framvegis ikki nøgdur við dømingina móti endanum av dystinum, og serliga ein støða fær venjaran at kenna seg illa viðfarnan av dómaranum.
- Eg rópti nógv ta einu løtuna, og eg fái tí eina uppiborna ávaring. Tá sigi eg við dómaran orðarætt: "Det er i orden", og so fái eg eina útvísing, og tað haldi eg er órættvíst.
Sonni Larsen er ikki nøgdur við dómin í hesi støðuni, men er harmur um at hann legði dómararnar undir at ikki hava rætta støðið.
- Eg haldi vanliga at júst hesir báðir dómararnir eru sera góðir til at samskifta við leikarar og bonkin, og at fáa fólk at savna seg aftur um spælið, men sunnukvøldið kendi eg meg illa viðfarnan, sigur Sonni Larsen.