Tað er nú greitt, at venjaratoymið Sonni Larsen og Finnur Hansson koma at halda áfram sum venjarar hjá føroyska kvinnulandsliðnum. Nakað, sum In.fo eisini hevur skrivað fyrr, við støði í samrøðu í donskum miðli við Sonna Larsen. Hondbóltssambandið hevur nú staðfest tíðindini.
Venjaratoymið var fyribils sett, eftir at Dragan Brljevic segði seg úr starvi, men nú er greitt, at teir eisini skulu standa á odda fyri kvinnulandsliðnum til komandi HM-undankapping.
Við hbold segði Sonni Larsen: - Støðan minnir nógv um støðuna føroysku mennirnir vóru í fyri nøkrum árum síðani. Hetta er ein verkætlan, har eg skal vera til at seta kósina fyri ta ítróttarligu menningina og ta menniskjaligu menningina. Tað verður eisini mín uppgáva - eins og áður - at arbeiða tætt saman við venjarunum hjá felagsliðunum og landsliðsvenjararnar hjá teimum yngru landsliðunum um hesa menningina, greiðir Sonni Larsen frá.
- Eg gleði meg. Fyrireikingar til altjóða dystir geva mær altíð stórar upplivingar og royndir, sigur Sonni Larsen.
Sonni Larsen var landsliðsvenjari hjá monnunum millum 2017 og 2021. Hann vandi H71 millum 2016 og 2019. Sonni vann FM við H71 í 2017, 2018 og í 2019.
Føroysku kvinnurnar skulu spæla 1. umfar av HM-undankappingini í tveimum play-off dystum móti Kosovo, hin fyrri mikudagin 2. november í Høllini á Hálsi og hin seinni leygar- ella sunnudagin 5. ella 6. november. Sonni Larsen verður somuleiðis venjari hjá U06-kvinnum saman við Agnari Joensen. Hesar skulu til EHF Championship kapping komandi summar.