Sonni Ragnar Nattestad hevur av álvara fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Hann hevur spælt nakrar framúr dystir á U21-landsliðnum, hevur fiingið debut á besta liðnum hjá FC Midtjylland og nú er hann úttikin til A-landsliðið, sum 19. November skal spæla venjingardyst móti Malta.
Sonni Ragnar skal fyrst og fremst spæla við U21 landsliðnum móti Írlandi á útivølli. Síðani gongur leiðin til Malta, har A-landsliðið skal spæla. TAð er heimasíðan hjá FC Midtjylland, sum ber boðini í dag.
- Eg sat og spældi Playstation, tá eg fekk boðini, at eg var úttikin til A-landsliðið. Tað er feitt. Hetta havi eg droymt um, síðani eg var lítil, sigur Sonni ragnar Nattestad við heimasíðuna hjá FC Midtjylland.