Sonni Ragnar aftur á vøllinum

- Fyribils klári eg avleveringar og einfaldar venjingar, sigur miðverjin

Landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, er aftur á vøllinum, eftir at hann sleit hælsinuna tíðliga í ár. Hann hevur nú á fyrsta sinni verið á vøllinum aftur og kann spæla við einum bólti.

 

Les eisini: Sonni Ragnar skaddur

 

-Eg eri byrjaður at venja úti nú. Renni eitt sindur og spæli eitt sindur bólt. Fyribils klári eg avleveringar og einfaldar venjingar. Eg venji eitt sindur við liðnum, so nú er ikki meir enn fýra til fimm vikur til eg skuldi verið klárur, sigur Sonni Ragnar Nattestad úr Molde.

 

Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki verið við tveir teir seinastu landsdystirnar, og hevur enn at spæla sín fyrsta dyst í norsku tippuliguni.