Sonni Ragnar fyri 25. ferð

Talan er um rættiliga roynda føroyska verju

Klokkan 17 fer bólturin á rull á olympiska leikvøllinum í Baku í Aserbadjan. Vøllurin er framúr góður, og líkindini eru góð. Tað eru trettan hitastig og skýggjað loft.

 

Føroyska liðið er mannað við spælarum, sum vita, hvat tað snýr seg um skilt á tann hátt, at teir ofta hava verið í altjóða eldinum.

Royndastu spælararnir, um roknað verður í dystartali á landsliðnum, eru málverjin Gunnar Nielsen og liðformaðurin og miðverjin Atli Gregersen. Teir hava báðir umboðað føðilandið 47 ferðir.

Teimum næstir í røðini eru Hallur Hansson og Rógvi Baldvinsson, sum hava spælt ávikavíst 36 og 33 landsdystir.

Viljormur Davidsen og Gilli Rólantsson hava báðir umboðað Føroyar 26 ferðir, og Sølvi Vatnhamar, sum er við aftur, eftir at hann hevur verið skaddur, er skrásettur fyri 25 landsdystir.

Sonni Ragnar Nattestad er í miðverjuni saman við Atla Gregersen og Odmar Færø. Í kvøld er Sonni Ragnar Nattestad á landsliðnum fyri 25. ferð. Odmar Færø er tann næsti í røðini, sum sær út til at fara at røkka 25 landsdystum. Í kvøld umboðar hann fyri 23. ferð Føroyar.